Nú er formliga staðfest, at Nes kommuna eigur ítróttarøkið á Svangaskarði.
Herfyri samtykti bygdarráðið í Nes kommunu at yvirtaka ognina hjá Tofta Ítróttarfelag fyri lánsskuldina, sum var 2,5 miljónir krónur.
Tað var týsdagin hin 26. mars, at Jógvan Højgaard, formaður í Tofta Ítróttarfelag og Jóhannus Danielsen, borgarstjóri í Nes kommunu, skrivaðu undir skeytið sum sigur, at Nes kommuna nú eigur ognirnar.
Seinastu árini hevur kommunan í alt størri mun havt raksturin av stadionøkinum.
- Nú er ætlanin hjá kommununi at seta fólk í starv at taka sær av ítróttarøkinum. Eftir páskir verður starvið lýst leyst, sigur Nes kommuna.
Tofta Ítróttarfelag hevði aðalfund mikukvøldið hin 27. mars. Tríggir nevndarlimir - Jógvan Højgaard, Jan Petersen og Niclas Davidsen - stóðu fyri vali, og eingin teirra tók við afturvali.
Nývald í nevndina vórðu Beinta Mikkelsen, Tórunn Frederiksberg og Djóni Højgaard. Tey manna nú nevndina saman við Jan Joensen og Sámali Olsen.