Kommunan selt bankabygning

Nú hevur eydnast at selt ein av bygningunum, ið kommunan keypti frá BankNordik.

Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at tað loksins hevur eydnast at selt annan av BankNordik bygningunum, ið kommunan keypti frá bankanum fyri 40 milliónir krónur í 2013.


Tað er Bygningsstyrelsen, ið hevur gjørt treytaða avtalu við Tórshavnar kommunu um keyp av ognini í Húsagøtu 3. Grannaognin er eisini ein partur av keypinum.


Keypsprísur er ikki upplýstur, men áður hevur borgarstjórin, Heðin Mortensen, sagt, at bygningurin ikki skal kosta kommununi nakað. Tað vil siga, at man vil selja hann fyri hvørt fall tað sama, ið hann varð keyptur fyri.


Tórshavnar kommuna upplýsir, at Bygningsstyrelsen keypir ognina og grannaognina til løgreglustøð og tilhoyrandi virksemi, herundir millum annað eisini til ákærumyndugleikan.


Danska fíggjarnevndin skal góðkenna avtaluna.