Klokkan tíggju fyrrapartin verður aðalfundur í Kommunufelagnum.
Kommunufelagið er felagið hjá teimum 29 føroysku kommununum. Til aðalfundin hava allir teir 199 kommunustýrislimirnir í Føroyum rætt til at møta, umframt umboð fyri tær kommunalu umsitingarnar.
Hetta er fyrsti aðalfundur í hesari setuni. Á kommunuvalinum 10. november vóru meira enn helmingurin, ella umleið 55 %, av kommunustýrislimunum nývaldir.
Sambært viðtøkunum hjá Kommunufelagnum verður m.a. formansfrágreiðing og góðkenning av roknskapi á skrá.
Aðalfundurin hjá Felagnum verður hildin á Hotel Føroyum.
Formaður í Kommunufelagnum er Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn. Næstformaður er Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu
Hinir stýrislimirnir eru:
Karl H. Johansen, borgarstjóri, Klaksvíkar kommuna
Per Martin Gregersen, borgarstjóri, Eysturkommuna
Bjarni Prior, borgarstjóri, Vága kommuna
Davur Juul, borgarstjóri, Fuglafjarðar kommuna
Jógvan Kruse, borgarstjóri, Sunda kommuna
Kristin Michelsen, borgarstjóri, Tvøroyrar kommuna
Bjarni Johansen, borgarstjóri, Vágs Kommuna
Pauli T. Petersen, borgarstjóri, Vestmanna kommuna
Jóanis Lisberg, borgarstjóri, Fámjins kommuna
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, Nes Kommuna
Heri Sverrason, borgarstjóri, Sands Kommuna