Kommunufinalan er í skugganum

Skála og NSÍ fara í kvøld at stríðast fyri at sleppa undan niðurflyting

Í Runavíkar kommunu spæla Skála og NSÍ um steyp, sum býráðið hevur latið liðunum at kappast um, umframt at tað í landskappingardystunum snýr seg um at vinna stig.

 

Í kvøld klokkan 18 hittast Skála og NSÍ, og tá verður tað neyvan hugsað so nógv um steypið. Tað snýr seg um at vinna stig í royndini at sleppa undan niðurflyting. Skála er aftast við 8 stigum, og NSÍ er á áttanda plássi við 19 stigum – eitt fleiri enn B68.

 

Skála vísti fínan hugburð fyri einari viku síðani, tá ið tað endaði við 1-0 heimatapi ímóti KÍ, og tá ið Skála fram ímóti dystarenda var um reppið at skora.

 

Hjá Skála er tað dyggur smeitur, at toppskjúttin Poul Kallsberg og miðvallarin Steinbjørn Olsen eru skaddir. Andreas Egeberg Jacobsen og Teitur R. Joensen eru langtíðarskaddir.

 

Úrtøkan hjá NSÍ hevur verið soltin, síðani Sámal Erik Hentze tók við sum venjari – ein sigur, ein javnleikur og fýra tap. Seinastu ferðirnar hava tað verið mest sum teir somu ellivu frá dystarbyrjan. Í dag verður talan  um onkrar broytingar.

 

Aron Knudsen er langtíðarskaddur.

 

Skála og NSÍ hava dystast tvær ferðir fyrr í ár. Í Runvík vann NSÍ 2-1, og á Skála vann NSÍ 4-1.