Kommunulæknar: Lógin um fosturtøku verður brotin

Tað er rættiliga tilvildarligt, hvørjar umbønir um fosturtøku verða játtaðar, og hvørjar ikki vera

 

 

 

Lógin í Føroyum um fosturtøku verður ikki hildin. Tað halda fleiri kommunulæknar, er ein niðurstøða í kanningini, sum Javnaðarflokkurin á Fólkatingi hevur gjørt um fosturtøku í Føroyum.

 

í hesum sambandi hevur Javnaðarflokkurin spurt kommunulæknarnar nakrar spurningar um fosturtøku og 12 av teimum hava svarað aftur. Og svarini vísa, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu læknar útinna lógina, teir eru settir at útinna, og, tað er eisini ógvula ymiskt hvussu teir tulka lógina.

 

Kanningin varð løgd fram á tiltaki í Havn fríggjadagin. Har søgdu tey, at ein spurningur til kommunulæknarnar var um teir halda, at tað er ymiskt, hvussu teir ymsu kommunulæknarnir tulka lógina um fosturtøku. Og svarið vísir, at heilir 11 av teimum 12 kommunulæknunum siga, at tað er ymiskt, hvussu lógin verður tulkað hjá teimum ymsu læknunum.

 

Samstundis eru tað øgiliga fáir kommunulæknar, sum halda, at lógin verður hildin, tí tað eru bara 17 prosent av teimum, sum halda, at lógin verður hildin og 83 prosent av kommunulæknunum halda, at hon verður ikki hildin.

 

Samstundis sigur meiri enn annarhvør kommunulækni, ella 55 prosent av teimum, at hvørja ferð at ein kvinna kemur til teirra at biðja um fosturtøku, verður tað játtað. Teir siga, at teir hava beinleiðis gjørt av at tulka lógina soleiðis, at tað altíð skal bera til at fáa fosturtøku.

 

Hinvegin siga 36 prosent av kommunulæknunum, at teir aloftast játta eini umbøn um fosturtøku og tað er bara ein, sum sigur, at tað ger hann ongantíð. Kanningin sigur kortini einki um, hvussu nógvar av hesum kvinnum eisini fáa játtandi svar á Landssjúkrahúsinum. Kanningin sigur heldur einki um, hvussu nógvar kvinnur loypa heilsuverkið í Føroyum um, og fara beint til Danmarkar at fáa fosturtøku.

 

Tað er eisini óvist, hvussu nógvar kvinnur loypa kommunulæknan um og fara bein til Danmarkar. Men kanningin sigur eisini nakað um, at kvinnur fara frá lækna til lækna til tær fáa fostturtøku. Kanningin vísir nevniliga at kommunulæknar siga, at tað er heilt vanligt, at kvinnur hava verið hjá teimum og biðið um fosturtøku tí onkur annar lækni hevur sýtt umbønini.

 

Hetta staðfestir bara, at í roynd og veru valdar lógloysi á økinum og tað er tann persónligi hugburðurin hjá læknunum, sum ger av um ein kvinna fær fosturtøku, ella ikki, er niðurstøðan hjá Javnaðarflokkinum.