Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um býarskipanir og byggisamtyktir verður nú løgd fyri Løgtingið. Tað sæst í løglistanum hjá landsstýrinum.
Endamálið við broytingini er at tryggja kommunum heimild til at áseta bústaðarskyldu í øllum bústaðareindum í nærri avmarkaðum natúrliga samanhangandi økjum. Heimildin kann brúkast, tá ið nýggjar útstykkingar verða gjørdar.
Heimildin kann sum meginregla ikki brúkast í økjum, sum longu eru bygd. Tó kann kommunan áseta bústaðarskyldu at galda fyri einstakar búeindir í longu bygdum økjum, tá ið talan er um búeindir, sum kommunan eigur og selur. Somuleiðis verða aðrar dagføringar gjørdar í lógini.
Uppskotið verður lagt fyri tingið í oktober.