Broytingar í kommunum og luturin hjá teimum ungu í vinarbýasamstarvinum eru evnini á vinarbýarstevnuni í Kalmar í Svøríki vikuskiftið 6. til 8.august í ár.
Á skránni eru eisini víðkanin hjá ES og hvussu hon ávirkar vinarbýasamstarvið, og góð dømi um vinarbýasamstarv í Norðurlondum verða tikin fram.
Føroyingar eru sjálvandi vælkomnir at vera við. Freistin at boða frá er til 1. juni. Luttøkan kostar 1.500 kr. umframt innivist og ferðina aftur og fram.
Umsóknarblað fæst hjá Norrøna Felagnum í Føroyum, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn, tlf. 217999.
Norrøna Felagið hevur aðalfund í Jákupsstovu, J. Paturssonargøtu 24, mikudagin 31. mars kl. 20.00. Millum annað nevndarval er á skránni.