Ætlanin at byggja eina grøna multihøll, við 50 metra langhyli, í Vági, hevur fingið góða undirtøku í teimum sjey kommununum í Suðuroynni. Men treytin frá Tvøroyrar Býráð er, at arbeiðið verður boðið út. Allar kommunurnar í Suðuroy hava nú samtykt at stuðla ætlanini at gera langhyl í Vági
Stigtakararnir til verkætlanina hava heitt á allar kommunurnar í Suðuroynni um at stuðla verkætlanini við 100 krónum fyri hvørt fólkið í kommununi, bæði næstar ár og í 2012.
Og nú kommunurnar hava lagt fíggjarætlanirnar fyri næsta ár, hava tær allar sjey samtykt at stuðla ætlanini við 100 krónum fyri hvørt fólki næsta ár.
Men Tvøroyrar Býráð hevði kortini eitt fyrivarni og tað er, at tey krevja, at arbeiðið at gera høllina skal bjóðast út, so at eisini fyritøkur á Tvøroyri kunnu fáa høvi til at bjóða upp á arbeiðið.
Tá ið stigtakararnir hava lagt ætlanina fram, sæst, at teir hava leitað sær vegleiðing og ráðgeving frá fleiri virkjum og fyritøkum.
Men Tvøroyrar Býráð staðfestir, at verður hetta skilt soleiðis, at hesar somu fyritøkur eisini skulu standa fyri sjálvum arbeiðnum, fer tað at endurskoða samtyktina um at stuðla verkætlanini.
- Tað er ein treyt fyri stuðlinum, at arbeiðið skal bjóðast út, sigur ein samt Tvøroyrar Býráð.