Kommunurnar fingu 50 milliónir meira í kassan

Nógvar kommunur fáa munandi meira inn í skatti í ár enn í fjør

Tað sæst aftur í kommunukassunum, at tíðirnar eru góðar, og virksemið er stórt í Føroyum.

Fyrra hálvár fingu kommunurnar slakar 878 milliónir krónur inn í skatti. Hetta var meira 51,3 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør. Vøksturin svarar til 6,2 prosent.

Tórshavnar kommuna, sum er nógv tann størsta kommunan, fekk 359 milliónir krónur inn í skatt, og tað vóru slakar 14 milliónir meira enn somu tíð í fjør.

Klaksvíkar kommuna fekk 94 milliónir krónur inn í skatti, og tað vóru næstan 6 milliónir krónur meira enn somu tíð í fjør.

Eisini Runavíkar kommuna, Eysturkommuna, Fuglafjarða kommuna, Sunda kommuna, Vága kommuna, Tvøroyrar kommuna og Vágs kommuna fingu eisini meira inn í skatti fyrra hálvár í ár enn fyrra hálvár í fjør.