Tá tingfundurin verður settur í morgun klokkan 9:30 verður fyrsta málið á skránni uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um sjálvbodnar kommunusamanleggingar og kommunal samstørv í sambandi við lógarbundnar uppgávur.
Umsíðir skal løgtingið taka støðu til tann stóra kommunureformin, sum eitt nú ásetir, at fleiri kommunur skulu leggja saman soleiðis, at landið tá næstu kommunustýrini taka við, er skipað í sjey ella átta kommunalar eindir.
Størsta komman verður framvegis Tórshavnar kommuna, sum helst fær Kvívíkar og Vestmanna kommunur afturat sær. Eystur kommuna og Fuglafjarðar kommuna hava fingið valfrælsi at gera av, um tær skulu leggja saman. Men vilja tær tað, so verða kommunurnar skipaðar soleiðis:
1) Norðoyggjar -t.e. Fugloyar, Viðareiðis, Hvannasunds, Klaksvíkar, Kunoyar, og Húsa kommunur
2) Eysturoy -t.e. Fuglafjarðar, Eystur, Nes, Runavíkar og Sjóvar kommunur
3) Sundalagið -t.e. Eiðis og Sunda kommunur
4) Vágar -t.e. Vága og Sørvágs kommunur
5) Streymoy -t.e. Vestmanna, Kvívíkar og Tórshavnar kommunur
6) Sandoy -t.e. Skopunar, Sands, Skálavíkar, Húsavíkar og Skúvoyar kommunur
7) Suðuroy -t.e. Hvalbiar, Tvøroyrar, Fámjins, Hovs, Porkeris, Vágs og Sumbiar kommunur
Eftir viðgerðina í tinginum í dag verður málið beint í Rættarnevndina.
Lógaruppskotið kann LESAST HER