Kommunuvalið á Tvøroyri

Undirritaði nam seinast við nøkur mál, sum mugu takast upp í eini komandi býráði. Her eru nøkur afturat.

Leivur Nygaard

Valevni á Samgongulistanum á Tvøroyri




Ungdómstrupulleikar

Tey ungu, sum ikki dyrkað ítrótt, hava harðliga brúk fyri einum tilhaldsstaði um kvøldarnar. Sum nú er, rekast tey húsvill í býnum og havast við ting, sum ongastaðni hoyra heima. Hesin trupulleiki má takast í størsta álvara. Vit kunna ikki bert standa á síðulinjuni yppandi øks og hyggja at, meðan ungdómur okkara fellur longur og longur út í ólevnað. Tá skipað ungdómsarbeiði so at siga er burturdottið, má stuðlast má undir at fáa endurskipa til dømis skótarørslurnar og ungdómsklubbar. Fyribyrgjandi og bøtandi arbeiði má gerast, fyri at fáa vilsta partin av ungdóminum á rætta kós.


Meira virksemi

Arbeiðast má fram ímóti, at vit fáa størri virksemi til oynna. Hetta gerst best við, at øllin oyggin stendur saman sum ein maður, og setur krøv til landsumsitingina um at fáa meira alment virksemi til. Oljuvinnan er ein avgjørdur møguleiki sum arbeiðast má við. Men her sær út til, at sterkar kreftir í miðstaðarøkinum, saman við ávísum politikarum, ikki vilja hoyra um Suðuroynna í hesum samanhangi. Hesum skulla vit ikki lata okkum lynda, men krevja rætt okkara sum javnstøðis borgarar í sama landi.


Miðbýurin

Nógv hevur verið tosað um hendan blett. Nógv arbeiði, og nógvur peningur er lagdur her, men misjavnt er, hvat fólk flest halda um endaliga úrslitið. Tey flestu tykjast ónøgd. Tað er væl skilligt. Helst er ein bensinstøð komin at standa, har hon nokk ikki skuldi staði, kanska eru ognarviðurskiftini heldur ógreið, nógvur peningur er lagdur í arbeiðið, sum kanska ikki skuldi verið gjørt so ?skjótt? liðugt, men dríggjað yvir eitt longri tíðarskeið. Her eru ting gjørd, sum áttu at verða gjørd á annan hátt, men samanumtikið má sigast, at hóast burðartíðin var long og strævin, er barnið er vakurt. Nú mugu vit bert ansa eftir, at tað veksur seg uppaftur vakrari.


Ítrótturin

Ítróttarfeløgini á plássinum hava tað sum heild gott, men ynskiligt var, at ungdómurin gjørdi meira brúk av teimum tilboðum sum nú einaferð eru. Tó er fótbóltsvøllurin á Sevmýri í sera ringum standi, og verður nokk kolldømdur innan alt ov langa tíð. Nú mugu vit gevast at pjøssa uppá henda gamla vøll, hvat hevur tað ikki kostað gjøgnum árini, og, saman við TB, gera ein heilt nýggjan. Heilt upplagt er at gera eitt stadionøki í niðurlagda grótbrotinum undir Akurgerði. Hetta kostar nógv, men ikki er neyðugt at gera alt liðugt eftir einum ári.

Nógv annað kundi verið at trivið í, men ov drúgt verður at viðgera alt ein hevur upp á hjarta her. Ikki verður lovað nakað sum helst ? bert tað, um eg verið valdur, at leggja alla orku í at gera eitt rættvíst, og fyri borgararnar, forsvarligt býráðsarbeiði.