Kommunurnar eiga sín leiklut í bústaðartrotinum, tí tað eru tær, ið veita byggiloyvi og gera lendi byggiklár. Tí ræður um, at kommunurnar eru skjótar at geva byggiloyvi, tá søkt verður um hetta, og hava lendi byggiklár, so tað ikki seinkar byggingina. Eisini frættist um, at tilgongdin við at sundurmatrikulera er heldur drúgv, sum eisini kann vera viðvirkandi til, at útboðið av bústøðum er trekt.
Kommunurnar kunnu fáa eitt ávíst innlit í demografisku broytingarnar við at hyggja at fólkatalsframrokningum, og harútfrá gera ætlanir fram í tíð.
Harafturat standa býli tóm í fleiri kommunum. Í teimum kommunum, har eftirspurningurin eftir býli er stórur og útboðið av býlum er avmarkað, ber til at áseta bústaðarskyldu og at avmarka stutttíðarleigu. Summar kommunur hava ásett gjøld á tómar bústaðir, ið skal vera við til at fíggja útreiðslurnar, sum kommunan hevur til ymsu tænasturnar, ið hon veitir sethúsaeigarum. Tað kann vera við til at økja um útboðið av býlum, um summi fara at leiga tóma bústaðin út fyri at fáa dekkað útreiðslurnar til tænastugjaldið frá kommununum ella møguliga selja.
Les meira í várfrágreiðingini hjá Búskaparráðnum her.











