"Kona II" á telefonini hjá Kristian Martini

- Á mínari telefon er eitt nummar, sum eitur "Kona II". Tað eri ikki eg, sum havi givið tí navn, segði Kristian Martin Petersen, tá hann heilsaði Sandshavinum vælkomnum í vikuni.

Tað er eingin loyna, at høgra hond hjá skiparanum á Sandshavinum, Eyðvari Petersen, er Kristian Martin Petersen í Fuglafirði, sum hevur tikið sær av øllum pappírsarbeiði hjá felagnum, síðan Sandshavið varð keypt til bygdar í 2011.

 

Tá nýggja Sandshavið fyrstu ferð legði til bryggju á Sandi fyrr í vikuni, segði Kristian Martin Petersen nøkur orð á bryggjuni. Her greiddi hann eitt nú frá tilgongdini við báðum skipunum, og hann greiddi eisini frá gongdini hesi árini.

 

Men, Kristian Martin dugir eisini at vera skemtiligur, og tá fortaldi hann hesa stuttligu søgu, sum vit loyva okkum at endurgeva:

 

- Á mínari telefon er eitt nummar, sum eitur "Kona II". Tað er ikki eg, sum havi givið telefonnummarinum navn - tað eru børnini, tí hetta nummar ringir allar tíðir á døgninum - alt árið og sum oftast fleiri ferðir um tíman.

 

Kristian Martin Petersen segði, at hann onkuntíð hevði talt samtalurnar saman.

 

- Eg tori ikki at siga neyva talið, men í ávísum tíðarskeiðum er talið av samtalum skeivu megin 200 í miðal - um vikuna, og tað er skiparin á Sandshavinum, sum er "Kona II", segði hann brosandi. 

 

Hann greiddi eisini frá, at tá hann saman við eigarunum óteljandi ferðir hevði verið inni á gólvinum í bankanum, hevur spurningurin altíð verið, hvussu útlitini eru fyri fiskiskapi og prísum tey komandi árini.

 

Kristian Martin segði, at í slíkum førum hava teir altíð roynt at givið bankanum kvalifiseraðar metingar, men viðhvørt hevur borið illa til at siga annað enn tað besta, teir hava dugað at sagt bankanum.

 

- Tá hevur Eyðvarur onkuntíð tikið saman um og hevur sett spurningin: Hvussu kunnu vit vita nakað um fiskaríið, tá vit ikki eingong vita, um Teistin siglir seinnapartin!

 

Hann greiddi eisini frá, at nógvir fundir í bankanum endaðu við, at teir ikki fingu tann "posa" við pengum, sum brúk var fyri í strembanini eftir at endurnýggja skipið og keypa eitt betri skip, sum hevði møguleikar at frysta.

 

- Men, so hava vit eisini sagt: Fáa vit ikki ja í dag, so koma vit aftur í morgin. Avgerðin er tykkara, hvussu ofta tit tíma at síggja okkum!

 

Kristian Martin Petersen vísti á, at við áhaldni og djúphugsan hevur tilgongdin at koma fram til henda dagin borið frukt, nú vit síggja nýggja Sandshavið koma til heimbygdina.

 

- Skipið er fíggjað í Realinum og Bank Nordik, og tað hevur verið ein góð og ábyrgdarfull tilgongd at fáa hetta at hanga saman. Fíggingarstovnarnir eiga takk fyri, at teir vísa reiðarínum tað álit at fíggja eitt so stórt vinnutól, sum nýggja Sandshavið er, segði hann.

 

Í VikuskiftisSosialinum, sum fæst til keyps í blaðsølunum kring landið, er stór frásøgn frá móttøkuni, tá nýggja Sandshavið fyrstu ferð legði til bryggju á Sandi.

 

##med2##

 

 

 

 

 

 

 

- Við áhaldni og djúphugsan hevur tilgongdin borið frukt, segði Kristian Martin Petersen.