Kona Klæmint skal eiga

Tí er tað ivasamt, um mest upplagdi avloysarin hjá Jóan Símuni Edmundssyni fer við til Finnlands.

Jóan Símun Edmundsson verður vegna útvísingina í kvøld ikki við ímóti Finnlandi, og tað er eisini ivasamt, um mest upplagdi avloysarin, Klæmint A. Olsen, verður við.


- Eg eri í teirri støðu, at kona mín varð sett til at eiga í gjár. Hon gongur yvir sum er, og so er tað tað, um eg skal taka kjansin, nú møguleikin er at byrja inni, sigur Klæmint.


Hevði Jóan Símun ikki fingið reyða kortið í kvøld, so hevði avgerðin verið lættari at tikið.


- So hevði eg í øllum førum ikki farið við, og tað havi eg eisini sagt frá byrjan av, sigur Klæmint, sum fer at taka eina avgerð skjótt.


- Nú fara eg og konan at samráðast um eg skal fara við ella ikki. Avgerðin verður tikin í kvøld, sigur hann.