– Tá tyrlan, sum bjargaði mær, hevði sett meg av í Skopun, og eg kom inn í kjallaran hjá mær, kom konan niður at koyra klæðir í vaskimaskinuna. Hon vist ikki, at tyrlan júst hevði sett meg av í Skopun.
Tað sigur útróðrarmaðurin, 76 ára gamli, Eyðfinnur Poulsen í Skopun, sum VikuskiftisSosialurin hevur skift orð við um hendingina, tá hann sigldi upp á eina grynnu sunnanvert Skopun, og tyrlan bjargaði honum úr bátinum.
Í samrøðuni greiðir hann soleiðis frá:
- Tá báturin hevði stoytt og legði seg skerflatan, hekk eg har og royndi at halda mær í hurðini í stýrhúsinum. Men, tað var ógvuliga skjótt, at eg føldi meg útlúgvaðan. Eg rópti á Tórshavn Radio, men tey hoyrdu meg ikki.
Eyðfinnur Poulsen greiðir frá, at ein annar bátur úr Skopun, Oddur Ytri, sum Niklas Ryggstein var við, var beint aftanfyri Harðaberg, sum nú var endaður uppi á grynnuni.
##med2##
- Hann hoyrdi meg rópa á Tórshavn Radio, og tað var Niklas, sum setti seg í samband við MRCC. Niklas sá nú bara kjølin á bátinum, og boðini hjá honum vóru, at mær tørvaði hjálp beinanvegin.
Álvarsliga hendingin, sum tíbetur endaði væl, fór fram leygarkvøldið hin 5. november í ár. Harðaberg, sum sæst á myndini ovast, er illa farin og ivasamt er, um báturin verður afturgjørdur.
Lesið samrøðuna við Eyðfinn Poulsen í VikuskiftisSosialinum.