Arbeiðsumhvørvi
Føroya Tele er ein fyritøka, ið roynir at vera frammaliga, tá tað kemur til leiðslu og starvsfólkapoltikk, og nýggju hølini í Klingruni í Hoyvík hava eisini rammurnar til hetta. Ætlanin er møguliga at innrætta eitt kondirúm til starvsfólkið, og tankin aftanfyri er at økja um arbeiðsgleðina hjá starvsfólkinium og fyribyrgja skaðar, sigur ein av deildarleiðarunum á Føroya Tele.
- Vit hava eitt høli, sum skal nýtast tilstarvsfólkið, men enn er ikki endaliga avgjørt, hvat tað skal nýtast til. Tað hevur verið upp á tal at gera eitt kondirúm, sigur Ása Andreasen, sum er ein av tveimum deildarleiðarunum á starvsfólkadeildini hjá Føroya Tele.
Á henda hátt ynskja tey at minka um sjúkrafráveruna og fyribyrgja til dømis høvuðpínu og músaskaðar.
- Hartil er tað sera motiverandi fyri starvsfólkið, at tey kenna seg væl á arbeiðsplássininum, og at vit gera nakað fyri tey. Fyritøkan skal tó eisini hava nakað burturúr, og tí verður tað neyvan eitt billiardborð, sum kemur at standa inni í starvsfólkahølinum. So verður tað heldur kondimaskinur, leggur hon aftrat.
Ætlanin er tó ikki, at starvsfólkið skal mýkja vøddar í arbeiðstíðini, men eftir arbeiðstíð.
Tað er tó sera umráðandi, at tú ikki stjelur alla tíðina hjá starvsfólkunum, sigur Ása Andreasen.
- Um fólk hava lyndi til at arbeiða ov nógv, biðja vit tey ikki fara heim, men vit vilja fegin, at tey ikki eru her ov nógv ? eisini fyri okkara egnu skyld, tí hava tey ikki eitt lív við síðuna av, brenna tey út. Tað skal vera eitt mark millum arbeiði og privatlív, sigur hon.