Tann 21. oktober í 1962 vóru 36 ungfólk konfirmerað í Vágs kirkju. Í oktober í ár vóru 40 ár liðin og nøkur teirra tóku stig til eina samkomu, fyri at savna so mong, sum gjørligt, aftur.
20 teknaðu seg til samkomuna. Av konfirmantunum í Vágs kirkju í 1962 eru tvey deyð. Fleiri búgva í Danmark og hjá fleiri teirra lá ikki fyri at koma. Nøkur eru eisini farin norðureftir at búgva, til Havnar og aðrastani. Vegna veður sluppu tey ikki suður til Suðuroyar til samkomuna, sum var tann 13. oktober í ár.
Sostatt hittust 16 av konfirmantunum í Vágs kirkju í oktober 1962 aftur á samkomu tann 13. oktober 2002.
Fleiri teirra, ið ikki høvdu høvi at vera við, høvdu hugsað sær at sæð hini aftur. Tí eru ætlanir um at skipa enn eina samkomu seinni, tá aftur eitt runt áramál er runnið, men enn er einki ásett.
Í 1962 var Veyhe prestur. Konfirmantarnir vóru: Emma Midjord, Lopra, Elisabeth Jensen, Porkeri, Petrea Djurhuus, Porkeri, Sólvá Nolsøe, Vágur, Marjun Dahl, Vágur, Eyðbjørg Niclasen, Vágur, Lorensa Poulsen, Vágur, Marianna Poulsen, Sumba, Johanna Sofía Kjærbo, Sumba, Sonja Jensen, Sumba, Anni Tausen, Hov, Hansina Larsen, Porkeri, Finngerð Augustinussen, Vágur, Sólgerð Samuelsen, Vágur, Elsebeth Joensen, Sumba, Jóna Bech, Porkeri, Kirsten Joensen, Vágur, Brynhild Bech, Porkeri, Jonny Rættá, Vágur, Sommer Joensen, Sumba, Salmun Bech, Porkeri, Egil Thomsen, Sumba, Petur Dahl Nolsøe, Vágur, Hans Pauli Strøm, Vágur, Lundahl Augustinussen, Vágur, Martin Midjord, Lopra, Georg Dahl, Vágur, Páll Augustinussen, Vágur, Jarmund Djurhuus, Porkeri, Sofus Strøm, Vágur, Martin Strøm, (deyður),Vágur, Danjal Johan Lisberg, Sumba, Magnus Veyhe, Porkeri, Jákup Hjelm, (deyður),Vágur, Bjarki Hovgård, Hov, Óli Emil Olsen, Vágur.
MYND 1
Konfirmantar 21. oktober 1962, Vágs kirkja
MYND 2Konfirmantar hittast 40 seinni, tann 13 . oktober 2002, Vágs kirkja