Leygardagin hevur Tórshavnar Froskmannafelag tunnusláttur í Vágsbotni. Vanliga hevur felagið hildið tunnuslátturin út fyri Kongabrúnna, men í verður roynt at sláa tunnuna niðri í Vágsbotni, nakað uttanfyri ?Fiskatorgið?.
Kranabilur er læntur frá Sløkkiliðnum, og hesin heldur so tunnuni úti á vágni, meðan sligið verður.
Byrjað verður klokkan 14 leygardagin, og so helma tey ikki í, fyrr enn seinasta sprekið er fingið niður.
Gamal siður hjá Froskmannafelagnum er at kjósa hann ella hana, ið fær seinasta sprekið niður, til Kongafisk. Tá er sum verða man, rómur á kvinnum og monnum men kongafiskurin verður als ikki borðin í nøkrum gullstóli. Eydnast honum ikki at svimja burtur í stundini, verður hann tikin og trýstur undir kav av øllum hinum, og síðani tveittur upp á turt!
Eisini verður eisini nakað til børnini. Á keiøkinum verður ein tunna hongd upp til børnini at sláa. Her eru øll børn vælkomin at luttaka, og ikki er neyðugt at vera í kavarabúna, tí hetta gongur fyri seg uppi á turrum.