Kongaminnið vanrøkt

Grannarnir við Gripsheygg hava fleiri ferðir víst á, at økið við Kongaminnið verður ikki nóg væl røkt. Býráðið hevur framt nakrar ábøtur, men framvegis kunnu fleiri ábøtur gerast, so økið gerst enn høggligari hjá teimum vitjandi, halda grannarnir

Seinastu tíðina hava grannar við økið við Kongaminnið fleiri ferðir víst á, at økið verður ikki nóg væl røkt. Flísarnir er illa farnir, gongugøtan niðan á Kongaminnið er vanrøkt og framvegis er máling á sjálvum fornminninum. Bøurin er heldur ikki nøkur vøkur sjón longur, tí hann hevur ikki verið røktur seinnu árini.
Grannarnir meta tað verða stak óheppið, at Kongaminnið sleppur at fara so illa, uttan at nakrar ábøtur verða gjørdar. Staðið er sera væl vitjað alt árið, og nú summar er, eru tað serliga útlendingar, ið leita sær niðan á Kongaminnið. Staðið er sera vælumtókt pláss hjá útlendingum at taka myndir av Tórshavn, tí útsýnið er frágera gott.

Gøtan fríðkað
Føroyingar og tey mongu útlendsku ferðafólkini kunnu nú fegnast um, at býráðið hevur framt nakrar ábøtur á Gripsheyggi, ið er heyggurin, Kongaminnið er bygt á. Gongugøtan ,sum hevur staðið órøkt, er nú fríðka, og tí verður tað høggligari hjá gestunum at leita sær niðan á Kongaminnið.
Grannarnir meta tó, at býráðið kundi tikið enn størri tøk fyri at gera Kongaminnið enn betri stað hjá teimum vitjandi. Teir vísa millum annað á, at ein gongugøta frá RC.Effersøesgøtu hevði verið góð, tí tað ørkymlar útlendsku gestirnar, at tey mugu ganga niðanum, tá tey koma úr býnum
Grannarnar við Gripsheygg hava fleiri ferðir kent seg noyddar at veita útlendsku ferðafólkunum eina hjálpandi hond, so at útlendsku ferðafólkini koma niðan á Kongaminnið í øllum góðum.