Konjunkturgongdin 1998

Búskaparráðið gav 1.juli í ár út eina frágreiðing um búskapargongdina. Ætlanin við hesari frágreiðing er bara at tríva aftur í aftur, og siga heldur stuttorðað frá, hvussu ráðið metir gongdina, sum verið hevur restina av árinum. Ætlanin hjá Búskaparráðnum framyvir er, at geva eina drúgvari frágreiðing um várið og so at geva smærri frágreiðing út aftur um heystið

Avlopini í fiskivinnuni

Útflutningurin av fiskavørum, tó ikki íroknað alifisk, var 320 miljónir krónur størri seinasta 12 mánaða skeiðið oktobur ? septembur 1998/97 enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Sama skeiðið øktust inntøkurnar í vinnuni, sum framleiðir útflutningin, við 170 miljónum, herav øktust hýrurnar við 140 miljónum og inntøkurnar frá fiskavøruídnaði 30 miljónir.

Av útflutningsvøkstrinum upp á 320 miljónir eru soleiðis 170 miljónir farnar til arbeiðsinntøkur. Eftir eru einar 150 miljónir, sum fyritøkurnar í fiskivinnuni hava havt í meirinntøku. Hetta er fyri stóran part prísvøkstur, tí heldur minni varð flutt út í nøgdum. Men av tí at virkaður fiskur er øktur í nøgd í mun til óvirkaðan fisk, hava aðrir framleiðslukostnaðir helst verið nakað størri enn 12 mánaða skeiðið frammanundan.

Nakað av hesum er farið til øktar tilfarskostnaðir, tí at størri partur av fiskinum er virkaður til frystar vørur, enn 12 mánaða skeiðið frammanundan. Men út frá hesum skuldu avlopini í fiskivinnuni sum heild verið vaksin við meira enn 100 miljónum.

Hetta samsvarar væl við roknskapartølini fyri fiskivinnuna sum heild. Út frá gongdini higartil í ár metir Búskaparráðið, at avlopið í fiskivinnuni sum heild áðrenn rentur og avskrivingar í 1998 fer at liggja um 370 miljónir. Hetta er einar 108 miljónir størri enn í 1997, tá avlopið áðrenn rentur og avskrivingar var um 262 miljónir, um íløgustuðulin upp á 50 miljónir ikki verður íroknaður.

Umleið 180 miljónir er avlopið í flotanum, sum ikki fiskar við Føroyar. Og av hesum vóru tað serliga nótaskipini, sum hava havt eitt gott ár. Hóast flakatrolararnir hava fiskað minni í ár enn í fjør, so er avlopið rímuligt, tí at prísirnir á frysta flakinum hava verið sera góðir.

Feskfiskaflotin fær eftir øllum at døma eitt tað besta árið, hóast ongir studningar eru longur. Avlopið áðrenn rentur og avskrivingar fer helst at liggja upp ímóti 150 miljónum. Av partrolarunum eru tað serliga teir nýggjaru, sum hava havt stór avlop, meðan eldru partrolararnir, sum tó eisini hava nógv minni skuld, hava havt minni avlop. Línuskipini hava eisini havt eitt sera gott ár.

Við grundarlag í tølunum fyri avlop til rentur og avskrivingar, ber til at meta um hvussu fiskiflotin er førur fyri at forrenta nýggjar íløgur. Gundað á bjørtu forsøgnina um avlopið í 1998, er kortini ongin skipabólkur í feskfiskaflotanum í meðal førur fyri at forrenta nýggj skip. Og sjálvt um man grundar útrokningina á tey frægastu 3 skipini í hvørjum bólki, eru tey heldur ikki heilt før fyri at svara árligu gjaldingarnar til fulla fremmanda fígging av nývirðinum av skipaslagnum.

Hetta skapar heldur døpur útlit fyri fiskiskapin framyvir. Men tó vísir hetta, at tað er alneyðugt, at flotin sleppur at laga seg til marknaðarkorini, so at hann fær tað stødd og ta samanseting, sum eina verður grundað á inntøkumøguleikarnar. Tað almenna eigur ikki framhaldandi at leggja seg út í, hvussu flotin skal vera samansettur ? tað eigur at vera avgjørt av rentabilitetsviðurskiftunum eina.


(Sí talvu 5)

Men stór broyting er í rakstrinum hjá fiskavirkjunum, sum væntandi fara at hava rímilig avlop aftaná rentur og avskrivingar. Tað verður fyrstu ferð í fleiri ár, at virkini fara at hava rímulig avlop, og hetta hendir hóast harða kapping um rávøruna, bæði millum virkini í Føroyum og eisini í kapping við útlendskar keyparar. Príshækkingarnar á frystu flakavørunum hesa seinastu tíðina, hava givið virkjunum møguleika at kappast um rávøruna. Hetta sæst væl aftur á útflutninginum, tí parturin av fiskinum, sum farin er óvirkaður av landinum er minkaður munandi.


Innflutningurin

Innflutningurin er samanlagt ? uttan skip ? øktur við 6%, ella góðum 120 miljónum, tá sammett verður millum sept/august 1996/97 og 1997/98. Rokna vit við, at inflasjónin í londunum vit handla við, hetta tíðarskeiðið er millum 2 og 3%, er ein realur vøkstur í innflutningi upp á eini 3 ella 4%.

Av hesum er innflutningurin til beinleiðis nýtslu vaksin 11%, sum er umleið tað sama, sum lønargjaldingarnar øktust sama tíðarskeið. Í so máta er vøksturin hvørki størri ella minni enn væntað.

Innflutningur samanlagt av vørum til framleiðslu er vaksin umleið 10% - hetta er fiskainnflutningur og vørur til landbúnað, aling, bygging , og sigur hetta nakað um økingina í framleiðsluvirksemi, sum brúkar innfluttar vørur. Innflutningur av íløguvørum til vinnurnar er vaksin 7%, tá talan er um maskinur og aðra útgerð. Men tá talan er um skip, bátar o.t. er ein tilsvarandi minking, so at innflutningur av slíkum íløguvørum samanlagt ikki er broyttur í tíðarskeiðinum.

Enn sæst einki til at gongd er komin á íløgurnar í privatari vinnu. Innflutningurin av maskinútgerð er vaksin nakað, men minking er í innflutningi av skipum og bátum, so at innflutningur til slíkar íløgur er óbroyttur. Hinvegin er vøkstur í innflutningi til byggivirkini, og hann endar í fyrsta lagi í sethúsum, men kanska eisini nakað í bygging til vinnulig endamál.

(Sí talvu 5)

At lítið er gjørt av íløgum í fiskiveiðu undir Føroyum, er ikki løgið. Tað hevur leingi ligið á ljóði, at Landsstýrið fór at koma við einum uppskoti um íløgustuðul, og at 40 miljónir longu vóru settar av á fíggjarlógini í 1998. Hetta hevur ta sjálvsøgdu avleiðing, at eingin fer at forhasta seg at gera íløgur áðrenn lógin um íløgustuðul er sett í verk. Aðrar orsøkir eru helst eisini til at bert fáar íløgur verða gjørdar. Ein er at avlopið áðrenn rentur og avskrivingar í meðal hesi seinastu árini hevur verið ov vánaligt til at forrenta nýggjar størri íløgur. Og helst er óvissan um vinnuliga umhvørvið ein onnur orsøk.

Slík ábending um komandi íløgustuðul, hevur ta avleiðing, at útgerðafyritøkurnar brúka onnur mát í íløguavgerðunum, enn rentabilitetin í vinnuni. Best var fyri vinnuna, eins og samfelagið sum heild, at tað vóru kappingartreytirnar í vinnuni, sum avgjørdu nær íløgur vórðu gjørdar, og hvør tað var ið framdi tær. Var tað vinnnugrundarlagið, sum avgjørdi íløgurnar, so var størri møguleiki fyri, at best hóskandi eindirnar gjørdu íløgur, meðan minni hóskandi eindir so við og við góvust í fiskiskapi. Men tá Landsstýrið skal lata íløgustuðul, verður vinnan samansett av eindum, sum ?tilvildarliga? fáa íløgustuðul.

Samanlagt er innflutningurin einar 300 miljónir krónur minni enn útflutningurin í seinna 12 mánaða skeiðinum, sum uppgjørd eru í talvu 2. Men her eru ikki íroknað frímerkir, so at samanlagt er avlopið á handilsjavnanum (vøruhandlinum) væl omanfyri 300 miljónir.


Fíggjarlógin, fíggjarpolitikkur og tað almenna

Vøksturin í lønargjaldingum hjá tí almenna liggur væl niðanfyri vøksturin í privatum vinnum. Hetta hevur tað við sær, at tað almenna verður minni partur av búskapinum, og verður lutfalsliga bíligari í rakstri fyri borgararnar.

Síðani frágreiðingina hjá Búskaparráðnum í summar, er fíggjarlógaruppskotið fyri árið 1999 lagt fram. Ein veikleiki í uppskotinum er tó, at torført er at skyna á hvat ið fíggjarpolitiska málið er, tí at tvørgangandi yvirlit ikki eru tøk, so tað meira skilliga sæst, hvørjar broytingar eru at hóma í samansetingini av inntøkum og útreiðslum hjá landskassanum. Í so máta er ikki lætt at síggja hvørt landsstýrið miðar eftir at fremja ella at darva vøksturin í búskapinum.

Tá gjørt verður upp fyri fíggjarárið 1997 var avlopið eftir rakstur og íløgur helst einar 200 miljónir. Fyri 1998 verður helst talan um eitt uppaftur størri avlop - kanska 300 miljónir ? partvíst tí at inntøkurnar øktust munandi meira enn væntað við serligum inntøkum frá Fíggingargrunninum viðvíkjandi Føroya Banka, tí at avtalan við ríkismyndugleikarnar gav minni rentuútreiðslur og tí at skattainntøkurnar gjørdust betri enn væntað, og partvíst tí at útreiðslurnar, eitt nú til minstalønir og íløgustuðul helst vóru minni enn ætlað. Verða ikki munandi eykajáttanir givnar tað sum eftir er av árinum, man metingin um 300 miljónir í avlopi í 1998 fara at líkjast.

Á fíggjarlógini fyri 1999 er ætlað eitt avlop av rakstrar- og íløguroknskapinum upp á 250 miljónir. Mesta einstaka broytingin frá í fjør er, at rentuútreiðslurnar minka við 200 miljónum. Íløgurnar eru helst tálmaðar í mun til ynskini frá ymsu økjunum á fíggjarlógini, hóast talan er um ein vøkstur í mun til í fjør upp á 10 miljónir.

Av teimum 160 miljónunum til íløgur (tá íroknaðar eru 20 miljonir til stuðul til tunnilin undir Vestmannasund), fara einar 50 miljónir í vaktarskip og ferju til innanoyggjasigling. Eftir eru 110 miljónir, sum fara til byggiíløgur.

Metingin í Fíggjarstýrinum er, at kommunalu íløgurnar fara at vera umleið 130 miljónir í 1999, har meginparturin eru byggiíløgur. Tilsamans kann tí væntast at land og kommunur fremja byggiíløgur fyri 240 miljónir, sum fara at krevja arbeiðskraft í 1999. Verða skipini eisini bygd í Føroyum, verður eftirspurningurin eftir arbeiðskraft tað størri.

Tað er sjálvandi sera gott tekin, at roknað verður við rímuliga stórum avlopum á rakstrar- og íløguroknskapinum hjá landskassanum bæði í 1997, 1998 og eisini ætlað í 1999. Men, sum eisini nevnt frammanundan, er ætlaða avlopið í 1999 upp á 250 miljónir heldur lítið, tá mett verður í mun til sera góðu treytirnar hetta seinasta árið. Og tá Landsstýrið hevur goldið avtalaðu avdráttirnar til danska statin, eru 127 miljónir eftir spariavlop. Skal Landsstýrið miða eftir at hava nóg mikið at standa ímóti við, tá konjunkturarnir ganga ímóti, so má í bestu tíðum vera størri avlop enn nú er.



1 Danska brúkaraprístalið var: sept.96 200,9 ? sept.97 205,5 ? sept.98 208,9.

2 Talan er her um bæði almennu tænasturnar, veitingar, rentuskyldur o.a., men eisini um møguleikan hjá Landsstýrinum at føra eina lagaligari politikk, tá á stendur í privatu vinnunum og húsarhaldunum.

3 Tølini fyri 1998 eru mett út frá upplýsingum um fyrra hálvár. Metingunum stendur Búskaparráðið fyri.