Konsert á Loftagrund

Vága Tónaleikafelag skipar fyri á konsert á Loftagrund fríggjakvøldið, 27 juni.

Vága Tónaleikafelag skipar fyri á konsert á Loftagrund fríggjakvøldið, 27 juni.

 

Á skránnið eru Blueberry Jam Session og okkara egna Sunnbjørg Joensen.

 


Sunnbjørg Joensen er ein av okkara nýggju røddum í Vágum. Við síni vøkru rødd, syngur hon og spælir sjálv undir við guitara. Higartil hevur Sunnbjørg einans lagt tøkuløg út á soundcloud, men til konsertina vera nýggj løg, sum hon sjálv hevur skrivað, frumframførd, umframt at hetta er hennara fyrsta almenna konsert.

Til ber at hoyra Sunnbjørg á Soundcloud
https://soundcloud.com/sunnbjorg-joensen

 

 

Blueberry Jam Session er ein sera áhugaverdur bólkur, mannaður av nøkrum av dugnaligastu og mest aktivu tónleikaranum, ið vit eiga her í Føroyum. Ragnar Finsson, ið vit millum annað hava hoyrt hita upp fyri Bon Jovi, saman við Jens Marna, í Parkini í Danmark, stjørnar bólkin, sum sangari og gittarleikari. Gunnar Steintún, ið er ein av okkara egnu stoltleikum úr Vágoynni, spælir bass. Hann er, umframt Blueberry Jam Session, kendur úr bólkum so sum Blátt gras og Grús. Gittaristur er Árni Jóhannesson Hann hevur júst lokið tónleikamiðnám sum rútmiskur gittaristur, og umframt at verða ein gittarsnillingur, stjórnar hann eisini bólkin Punjab, sum ein heilt framúr góður sangari. Somuleiðis við Kristian Pauli Ellefsen, ið er ein av evnaríkastu ungu tangentspælarunum í Føroyum. Umframt at spæla við Blueberry Jam Session, spælir hann m.a. við Punjab og var í sangleikinum Audition. Trummurspælari í bólkinum er Jósva Debes. Jósva hevur verið við í einum ótali av útgávum, og spælir eisini við nógvum bólkum, har millum annað kunnu nevnast Evi Tausen, Jens Marna og Grús.

 

Teir koma allir úr rútmisku deild á Tónleika Miðnám í Tórshavnar musikkskúla, og saman mannað teir Blueberry Jam Session.



Les meira á www.facebook.com/vagatonleikafelags