Leygarkvøldið 16. mars verður ein vælgerðandi konsert í Norðurlandahúsinum.
Konsertin verður til frama fyri arbeiðið hjá hjá Beranum, sum er ein sjálvhjálparbólkur fyri børn og ung, sum hava mist.
Nógv børn og ung í morgun eru í svárari sorg yvir at hava mist foreldur ella systkin.
Berin er ein sjálvhjálparbólkur, sum hesi børn og ungu kunnu fara í fyri at hitta onnur børn og ung, sum eru í somu støðu, og práta við tey og vera saman við teimum.
- At hitta onnur, sum sjálvi hava mist og eru í stórari sorg, vísir seg at vera ein sera góður stuðul í sorgini, siga tey í Beranum.
Konsertin verður í sambandi við, at Berin nú hevur virkað í 10 ár og har verður eisini ein innsavning til frama fyri Beran.
Eitt endamál við konsertini er eisini at varpa ljós á tilboðið hjá Beranum og allur peningurin, sum kemur inn, fer óskerdur til virksemið í Beranum.
Á konsertini verða tað Døgg Nónsgjógv og barnaúrvalskórið, Cantu, sum leggja fyri við nøkrum løgum.
Síðani verða tað Hanus G.Johansen og Eivør Pálsdóttir, sum eiga pallin restina av kvøldinum.
Nógv børn og ung í morgun eru í svárari sorg yvir at hava mist foreldur ella systkin. Berin hevur seinastu 10 árini, givið teimum møguleika at hitta onnur í somu støðu til prát og samveru í sjálvhjálparbólkum. At hitta onnur, sum sjálvi kenna til at hava mist og upplivað stóra sorg, vísir seg at vera ein sera góður stuðul í sorgini.
Tey í Beranum siga, at børnini og tey ungu, sum eru í Beranum, siga, at tað er ein uggi at tosa við børn og ung, sum eru í somu støðu, sum tey sjálvi.
Ein av teimum ungu, sum hava verið í Beranum, sigur soleiðis:
- Tá ið eg mistið beiggja mín, føldist tað sum um eg var tann einasta, ið nakrantíð hevði mist, tí eg kendi ongan annan, ið hevði roynt tað sama sum eg.
- Tann dagin eg skuldi byrja í sjálvhjálparbólki hjá Beranum tordi eg ikki inn og eg helt tað eisini vera sera løgið at skula sita og tosa um at missa í 3 tímar.
- Men soleiðis var ikki. Vit hugnaðu okkum fyrst, so tosaðu vit saman og so fóru vit út at spæla fótbólt. Eg fall til beinanvegin og hevði vilja mælt øllum børnum og ungum í Føroyum, sum hava mist, um at leita sær hjálp hjá Beranum.