Konsert í Eysturoyartunlinum

Undirshow: Í samband við Mentanarvikuna í Runavíkar kommunu, verður møguleiki at vitja í Eysturoyartunlinum.

Tá tunnilin lat upp í 2020 var undantaksstøða í landinum, og vegna Korona bar ikki til at bjóða til nakað alment tiltak, har fólk sluppu at vitja hølini í tunlinum.

 

Hetta verður nú møguligt 24. apríl. Bussar fara at koyra úr Runavík - - niður í tunnilin, har farið verður inn í pumpubrunnin Eysturoyarmegin.

 

Umframt at sleppa at hyggja at rúminum, verður forkunnug framførsla við Herfinni Árnafjall, operasangara. Hans Petur í Brekkunum spælir saxofon.

 

Tað er avmarkað atgongd og neyðugt er at keypa atgongumerki til bussin á atgongumerki.fo..

 

##med2##