Konsert í Havn varpar ljós á Parkinson

Endamálið við almennu stuðulskonsertini er at varpa ljós á sjúkuna og at útvega pening

Altjóða Parkinsondagin, fríggjakvøldið 11. apríl, skipar Parkinsonfelagið fyri stórari stuðulskonsert í Norðurlandahúsinum, har fleiri av kendastu tónleikarunum í Føroyum fara at spæla.

 

Tey, sum fara at spæla, eru:

Lena Anderssen og Niclas Johannesen

Høgni Reistrup

Holgar Jacobsen

Jens Marni Hansen

Blueberry Jam Session

17 sangarar

Guðrun Sólja Jacobsen og Eyðun Ásason

Rannvá Vesturklett

 

Høvuðsendamálið við konsertini er fyrst og fremst at varpa ljós á sjúkuna og felagið, og samstundis at savna pening til arbeiðið hjá felagnum, sigur Parkinsonfelagið í Føroyum.

 

Seinastu tíðina hevur nevndin í felagnum ferðast kring landið og havt fundir fyri parkinsonsjúklingum, avvarðandi og áhugaðum.

 

- Endamálið við fundunum var at kunna um nýggjastu granskingina í sjúkuni, og um hvat felagið hevur arbeitt við, og framyvir hevur ætlanir at arbeiða við.