Konsert í Norðurlandahúsinum sunnudagin

Á 38. konsert Føroya Symfoniorkesturs í Norðurlandahúsinum sunnudagin 28. februar kl. 16.00 verður Peter Birgir Petersen solistur við klaverkonsert nr 23 av W. A. Mozart. Á skránni verður annars ouverturan til »Brúdleyp Figaros« av Mozart og symfoni nr. 6 í C-dur av Schubert.

Orkestrið verður stjórnað av Anders Öberg, solocellisti í kongaliga kapellinum

Ouverturan til

»Brúdleyp Figaros«

av W. A. Mozart

Konsertin byrjar við tí kendu ouverturuni til »Brúdleyp Figaros« av W. A. Mozart, og er hon uttan samanburð tann skemtiligasta og mest veitslukenda av øllum ouverturunum hjá Mozart. Neyvan hevur nakar á so listarligan hátt endurgivið í tónum eitt so hugvekjandi og brúsandi lívskæti! Tú merkir beinanvegin, at hetta er ouvertura ? ella kanska rættari ouverturan ? til skemtileik. Tónleikurin er sum ein íða, tú verður drigin at. Tað byrjar veikt, pianissimo, unisont í strúkunum ? argað eitt sindur av fagottunum ? hinir blásararnir taka undir í meldrinum og so knappliga brestur á fagnaðurin í einum fortissimo í øllum orkestrinum. Og so verður ikki steðgað á aftur; nú gongur tað upp og niður eftir streingjunum, og úr øllum ættum koma nýggj og eiggilig tema, skemtilig sforzato, sum í einum dansiringi, ið flýtur á tremur av lívsgleði.


Klaverkonsert nr. 23

av W. A. Mozart

Solistur: Peter Birgir

Petersen

Undan hesi konsertini hevði Mozart skrivað eina klaverkonsert í d-moll ? heldur tung og ófrætta kend í sínum lagdámi ? hon gjørdist sera nógv umhildin í seinni romantiska tíðarskeiðinum, men varð ikki so væl móttikin av teim heldur óvarnu og vertskapsglaðu áhoyrarunum í Wien á døgum Mozarts. Harafturímóti fall wienarunum væl konsertin nr. 23 í A-dur, sum umboðar eina verð av ljósi og yndi. Men aftan fyri glampan og kæti goymir seg mangur hugsunarsamur og sorgblíður tanki í hesum verki. So konsertin má sigast at vera næstan í tvíningum. Uttan at hugsa nærri, letur tú teg tøla av tí sorgloysi og kæti, sum streymar úr fyrsta satsinum ? og hetta hevur helst eisini verið ætlan Mozarts ? men lurtar tú nærri eftir teim subtilu ella fínligu kenslubrigdum Mozarts, finnur tú í fyrsta satsinum mangt, sum ber brá av duldum sorgblídni. Alt ljómar tó »milt og blítt«, og kemst tað ivaleyst av teimum ljóðførum, brúkt verða; har eru ongar trompetir ella paukur, og klarinettirnar eru í staðin fyri vanliga oboir. Annar satsurin hevur ein sorgblíðan lagdám, men tunglyndi er sveipað í undurbar, vøkur løg. Seinasti satsurin er harafturímóti allur sum hann er jaligur og kveistrar burtur sum við gandastavi allar myrkar kenslur. Satsurin er ein rondo full av lívsjáttan. Henda klaverkonsertin er ein tann mest vælumtókta og mest spælda av klaververkum Mozarts.


Franz Schubert:

Symfoni nr 6

í C-dur, D 589

Henda symfoniin av Schubert verður kallað »tann lítla«, og varð hon liðugt skrivað í 1818. Hon verður ofta mett sum eitt »skiftis-verk«, har Schubert roynir at finna sín egna stíl, og merkist hetta kanska serliga, hvussu hann handfer blásararnar, sum her hava ein nógv meira sjálvstøðugan lut í polyfona partinum og gjøgnumføringspartinum enn tú finnur tað hjá undangongumonnum hansara, Haydn og Mozart; eisini skapar hann við blásarunum ein ríkari harmonik ella samljóð. Men hóast hesi eyðkenni, so minnir hann enn nógv um sínar nevndu wienerklassisku fyrimyndir. Men tann sangbæri andantesatsurin ? Schubert verður nevndur sum sangtónasetarin burturav, og gjørdi hann í sínum stutta lívi løg til meira enn 600 yrkingar ? og tann áhugaverda scherzoin ber í sær eyðkenni Schuberts; eyðkenni og drøg, sum gera, at Schubert verður mettur undangongumaður innan romantiska tíðarbilið. Tílík drøg hómast kanska serliga í síðutemaunum.

Hetta verður tann 38. konsertin hjá FSO síðani stovnanina, og verður næsta konsertin 27. juni saman við einum finskum kamarorkestri við Pekka Helasvuo sum dirigenti.


Alex Sólstein