Konsert um og við fjølbroytta Hanusi

Konsertin í Klaksvík leygarkvøldið fer at vísa, hvussu vítt tónleikarliga Hanus G. Hansen fevnir

Leygarkvøldið kl. 20.30 verður konsert í Badmintonhøllini í Klaksvík, og konsertin nevnist stutt og greitt Hanus G. Johansen.
Konsertin verður ein lýsing av tónleiki og tekstum hjá Hanusi. Hanus sjálvur verið við, og so kemur eitt stórt tal av bólkum og tónleikarum kring landið. Hetta eru fólk, sum Hanus hevur spælt saman við gjøgnum árini.
Á pallin koma Ólavur Prestley og hansara Dirty Rag Rag´s, og meðan teir spæla, kemur Hanus inn á pallin at syngja eitt lag við bólkinum, sum hann fyri nógvum árum sang saman við.
Har koma Spælimenninir í Hoydølum, sum Hanus seinast í 70-árunum sang saman við. Hann sang tá og fer aftur at syngja millum annað Ommu Ludvík.
Frændur og Hanus hava mangan framført saman, og Manskórið í Havn fer at syngja nøkur løg, sum Hanus hevur útsett fyri kór.
Poul Arne, orsangarin i Týr fer at syngja Blómuna, og Kantabilé verður eisini har.
Tá ið Hanus í 1987 var á háskúla i Svøríki, hitti hann tónleikaran Jannike, sum eisini verður við. Jannike syngur Poul F sangir á svenskum, og fer eisini at syngja saman við Hanusi.
Jógvan Andrias Joensen og Hanus fara saman at syngja ein sang, sum ongantíð áður er framførsur alment. Sangurin eitur Við Kenslunnar bál, sum Gunnvør Mortensen, sála yrkti við íblástri úr yrkingum hjá Bjørn Afzelius.

Spildurnýtt
Aldubáran kemur við allari sínari megi til Klaksvíkar leygarkvøldið, og har verður eisini ein spildurnýggj trio at hoyra. Tað eru feðgarnir Alex, Páll og Andras Sólstein.
Saman við Angeliku Nielsen og Jens L. Thomsen fer Hanus at syngja Várkvøld, Mylláin og Einsemi eftir Hans J, Glerfoss.
Tað nýggjasta er komandi fløðan hjá Hanusi við Poul F.
- Vit hava tikið stig til hesa konsertina, tí vit halda Hanus hava so stóran týdning fyri tónleikarlívið í Føroyum, sigur Jógvan Andrias Joensen.
Konsertin er eisini Hanusi til heiðurs, nú hann hevur rundað tey 60.
Annars er tað Klaksvíkar Sjónleikari, sum stendur sum fyriskipari, og Rudolf Joensen samskipar.
Sjálv konsertin byrjar klokkan 19.30, men høllin letur upp nakað fyrr, so fólk kunnu koma at fáa sær ein kaffimunn og práta við fólk.
Konsertin fer at vara einar tveir tímar við einum hampiliga longum steðgi.
Tíðarásetingin er eitt sindur flótandi, tí hon fer at laga seg eftir tiltøkunum hjá Sjómannadegnum.