Hendan tíman konsertin vardi, førdi kórið okkum víða um. Frá italienskum huglagi í 16. øld varð skift til amerikansk/írskar negrospirituals, við og uttan fylgispæl, har kórið rættiliga vísti at tey kunnu fáa løgini til at svinga
teskandi pianissimo og brúsandi forte
??????
Annette Nielsen
Myndir:J.K.Vang
Ltr: D.Olsen
???????
Leingi er tað, ið væl skal vera - meira enn 30 ár skuldu ganga, áðrenn kórið við føroyskum útisetum í Keypmannahavn kom sína fyrstu konsertferð til Føroya.
Við á ferðini eru 37 sangarar, umframt kórleiðaran Tórður á Brúnni, ið leiddi kórið við kønari hond - hansara tónleikaliga byrjan var ein sálmasúkkla í Skálavík fyri meira enn 30 árum síðani - sigast má at væl hevur hildnast.
Kórið endurspeglar ta sangtraditiónina, sum finst í Føroyum, har samanhald og sanggleði eru ein stórur partur av tí at syngja í kóri. Sum hjá flestu føroysku kórum var Hans Jacob Højgaard nýttur til eykalag.
Hendan tíman konsertin vardi, førdi kórið okkum víða um. Frá italienskum huglagi í 16 øld var skift til amerikansk/írskar negrospirituals, við og uttan fylgispæl, har kórið rættiliga vísti at tey kunnu fáa løgini til at svinga. Sjálvdan hevur "Deep River" verið framborðin so inniliga, við teskandi pianissimo og brúsandi forte.
Vit hoyrdu eisini sangir á donskum, norskum og svenskum, har kórleiðarin átti fleiri av útsetingunum. Lívsgleðin slapp rættiliga fram at, við orðunum hjá svensku skaldunum í sangininum "Længe leve livet".
Hæddarpunkti var frumframførslan av "Sólarmessa", ið Pauli Hansen hevur smíðað, til ein tekst hjá Tummas Napoleon Djurhuus. Verkið er ognað Húsakórinum.
Verkið er ein roynd at lýsa ein sólskinsdag , frá morgni til myrkurs. Byrjanin er messandi bassar í mun til skjóttgangandi sopran og altrøddir. So víkir myrkrið fyri ljósinum, og tónleikurin veksur í styrki. Skýmingin er lýst við einum einsligum tenortóna. Dagur er liðin og sangurin fjarðar burtur í náttini. Ein rík uppliving, ið avgjørt var verd at fara til.
Vónandi er hettar ikki seinasta konsertferðin Húsakórið ger til Føroya.
Høvið er at hoyra húsakórið í Vágs kirkju 14.10 kl. 20.00,
í Fuglafjarðar Kirkju 15.10 kl 20.00
og í Norðurlandahúsinum 16.10 kl 16.00.