Krígstrummur, frumskógarljóð, indiánarasang, náttúrukvøður og kærleikssangir; hetta fært tú alt serverað á einum væl struktureraðum og snøggum fati, tá tú ert til live-framførslur hjá Eivør Pálsdóttir. Hon tekur teg við í sín sjarmerandi heim ígjøgnum fólkatónleik, vísur, kvæði, popp, rock, jazz og blues, og tú kanst ikki lata vera við at blíva rivin við
Konsertin 8. nov í Hoydølum við Eivør byrjaði friðarligt við klaveri og gittara til lagið “Um bert ein dag”, men flutti seg skjótt yvir í írsku rútmurnar og náttúrukvøðurnar við “Mannabarn” og “Mín móðir”. Serliga hesin seinni risti í gólvið og leiddi áhoyrararnar yvir fjøll og grønar fløtur. Í støðum fekk eg av trummuljóðinum hasa villmanna kensluna, sum ein fær, tá ein er í grind og mennirnir banka á bátarnar, fyri at reka grindina inn á land.
Varierandi íblástur
Eg legði merki til ymsan íblástur í tónleikinum, sum eg ikki havi hugsað um fyrr. Tá tey spældu løg sum írskt inspireraða “Myrkursins Náði”, chill-out lounge lagið “Lurta” og roots blues lagið “Mother Theresa”, hoyrdi eg íblástur frá so ymsum bólkum sum Clickhaze, Savage Rose og Joan Osburne. Eg gjørdist serliga hugtikin av sigøjnara-huglaginum, sum tey hava skapt í nýggja lagnum “Mussisjúk”, har Benjamin Petersen spælir feitan spaniólara gittara.
Tað var serliga lekkurt at hoyra “Brostnar Borgir” og “Nú brennur tú í mær”, sum mann kennir frá, tá Eivør sleyg ígjøgnum í Íslandi við fløguni “Krákan”. Áhugavert at hoyra hesar sangir í við nýggjari manning. Undirspælið var ikki so jazzut og at kalla roksut, sum tað kundi vera við Kráku-manningini, og tað riggaði knasandi væl.
Hjartasorg í tveir dagar
Til nakrar sangir hoyrdi ein stutt søga til, sum Eivør fortaldi okkum um. T.d at hon skrivaði “Nú brennur tú í mær”, tá hon var 16 ár og hevði eina djúpa hjartasorg – í tveir dagar! Lagið “Hjartað Mítt” segði hon, at hon hevði skrivað, tá hon einaferð var til sjónleikin “Romeo & Juliet” í Íslandi og var blivin forelskað í Romeo. Um lagið “Eg veit”, greiddi Eivør frá, at hon hevði skrivað tað fyri langari tíð síðani, men at tað ongantíð hevði riggað at veri á nakrari fløgu hjá henni. Hon hevði heldur ongantíð spælt tað fyrr, so vit vóru tey fyrstu hepnu at hoyra tað.
Ov kremut keyboard
Eivør hevur ein framúr bólk við sær. Rógvi á Rógvu og Edvard Nyholm Debess er nokk tann besta rúttmusektiónin, eg havi hoyrt til Eivør'sa tónleik, og týski violinisturin Chris Hertzberger spælir væl og knívskorið. Ása Wraae er avgjørt tann besta kórsangarindan, sum hon hevur havt, og Benjamin Petersen er prikkurin yvir i'ið. Tað einasta, eg havi at seta fingurin á, eru tangentarnir, sum enski Graham Henderson situr aftanfyri. Klaverið er vakurt og riggar væl til fleiri av løgunum, men tað er í fleiri støðum, at ljóðið blívur ov feel-good og kremut. Kompositiónirnar eru nóg sterkar í sær sjálvum, og tað kann forstýra, at new-age meditatións keyboard-ljóðið liggur undir allatíðina; tað er ikki neyðugt at oysa smelt omaná ein longu fullkomnan búff við piparsós.
Hvílir í røddini og tónleikinum
Tvey tey allarbestu løgini, sum Eivør og bólkurin framførdu hetta kvøldið, vóru tøkulagið “Susanne”, sum Leonard Cohen eigur og “Tú ert alt” frá nýggju fløguni hjá Eivør. Bæði góvu mær gásarhúð, fóru langt inn undir húðina og settu seg fast. Eg haldi, at “Tú ert alt” saman við “Nú brennur tú í mær” eru vakrastu løgini, ið Eivør higartil hevur skrivað.
Í grundini haldi eg meg skilja nokso væl, hvørja leið Eivør er farin nú við fløguni “Mannabarn”. Fyri tað fyrsta er hon byrjað at hvíla væl í røddini hjá sær. Ger seg galdandi við arabara og indiánara skríggjum, tá tað er neyðugt, og ger tað væl, men hvílir annars og letur røddina koma til sín rætt í øllum, sum hon syngur. Tónleikurin snýr seg um vakurleika, góðar harmoniir, góða framleiðslu, at fella til róð við tað, sum ein ger. Ein má í grundini ongantíð halda, at ein veit, hvar ein hevur Eivør Pálsdóttir ella vænta nakað ávíst av henni. Tað er nevniliga sjáldan, at tú fært akkurát tað, sum tú forvætnar, og áðrenn tú veist av, er hon komin langt framum teg og flytir seg í nýggjar, spennandi ættir, sum tú slett ikki hevði roknað við.