Konsert við Lenu Anderssen í Miðvágs Kirkju

Sunnudagin klokkan 17.00 verður forvitnislig konsert við Lenu Anderssen í Miðvágs kirkju. Hetta er fyrstu ferð, Lena hevur konsert í eini kirkju

Í sambandi við, at Vestanstevna er komandi vikuskifti, verður ein forkunnug konsert í Miðvágs kirkju sunnudagin, har føroyski songfuglurin Lena Anderssen fer at framføra. Lena hevði fyri tveimum vikum síðani sína fyrstu almennu konsert í Føroyum í ár, tá hon spældi fyri útseldum Sjónleikarhúsi. Hetta er tó fyrstu ferð, Lena hevur konsert við egnum tilfari í eini kirkju.

Eg havi ongantíð havt egna konsert í eini kirkju, so tað er ein heiður fyri meg at vera boðin til Miðvágs at hava konsert har. Eisini ljóðar tað spennandi, tí kirkjan er kend fyri sín góða akkustik, so eg vóni, vit øll fara at hava eina góða løtu har sunnudagin, sigur Lena.


Føroyska songkvinnan er júst komin til Føroya frá konsertum í Írlandi og Danmark. Í Danmark var Lena serligur gestur hjá kanadiska ambassadørinum í Keypmannahavn, ið hevði boðið Lenu at syngja til hennara fráfaringar samkomu, har sendiboð fyri lond kring allan heim og aðrir innbodnir gestir komu á gátt og lurtaðu. Konsertin sunnudagin er ókeypis.