Konsert við sponskum smørtenori í Sýria

Í dag, hósdagin 10.juli, hevur Julio Iglesias konsert í Sýria. Hetta landið hevur vanliga ikki nógv kend nøvn á plakatunum, men hendingin í dag broytur upp á støðuna. USA hevur eisini ákært Sýria fyri at vera ein sokallaðan skálkastat og tí kann tað eisini sigast, at hendan konsertin spælir ein ávísan leiklut á altjóða politiska pallinum.

 

Tað er eftir øllum at døma ikki vanligt at síggja tílíkar kendar tónleikarar í Sýria, men í dag kemur tann víðagitni spanski smørtenorurin, Julio Iglesias, til Sýria. Í høvuðsstaðnum Damaskus sleppa fólk at hoyra Iglesias, sum m.a. kann reypa av at hava uml. 2600 gull og platin plátur í viðførinum, umframt at hann hevur 150 fyrireikingarfólk við sær til konsertina.

Sýria er á nógvum økjum isolerað frá vesturheiminum, og Bush hevur eisini ákært hetta landið fyri at vera eina hóttan fyri heimsfriðinum. Felagið, sum hevur fyrireikað hesa konsertina, fekk eisini sonin hjá Julio Iglesias, Enrique Iglesias, til Sýria síðsta ár.