Konsert við trimum krevjandi verkum

Leygarkvøldið hevur Føroya Symfoniorkestur konsert og á skránni eru krevjandi verk, sum vísa, hvussu nógv orkestrið eru ment seinastu árini

- Tá ið eg kom til Føroya fyri átta árum síðani, hevði eg ikki væntað, at Føroya Symfoniorkestur nakrantíð skuldi megna at spæla tónleikaverk, sum hesi.
Tað sigur Bernharður Wilkinson, sum enn einaferð dirigerar Føroya Symfoniorkestri, tá ið tað hevur konsert í Norðurlandahúsinum leygarkvøldið klokkan 19.30.
Hann sigur, at orkestrið hevur ikki havt eina vanliga klassiska konsert síðani í apríl, so hetta er eitt gylt høvi at hoyra tað aftur.
Tey hava sett saman eina skrá við trimum krevjandi verkum, sum eru ein stór avbjóðing fyri tónleikararnar.
- Her er eisini talan um tríggjar frumframførslur, tí hesi verk eru aldrin spæld í Føroyum áður.
- At orkestrið bjóðar til at fara í holt við verk, sum hesi, vísir, hvussu nógv tónleikararnir eru mentir, tí tá ið eg kom til landið fyri átta árum síðani, hevði eg ikki væntað at hoyrt slíkan tónleik frá einum føroyskum symfoniorkestri, sigur dirigenturin.

Trý krevjandi verk
Á skránni eru trý verk.
Fyrsta verkið er eftir russiska tónasmiðin, Glinka, nevniliga Ruslan og Ludmila ouverturan, sum er eitt satt fýrverk av tónleiki.
Annað verkið á skránni eru Haydn variatiónirnar hjá týska tónasmiðinum, Brahms og eftir ein steðg, fer orkestrið at spæla fyrstu symfoni hjá finska tónasmiðinum, Sibelius.
Glinka skal hava skrivað "Ruslan og Ludmila" ouverturuna eftir einari nátt, tí hann í skundi hevði brúk fyri einum dømi til næmingar í sínum kompositiónsklassa.
Verkið hjá Brahms er nógv spælt og væl dámt. Tað byrjar við einum korali úr einum blásarverki hjá Haydn. Síðani koma átta variatiónir í skiftandi hugløgum, og at enda ein long Finala.
- Í verkinum hjá Sibelius hómast tað kenda norðurlendska og eisini føroyska, døkka huglagið, men eisini eitt sera yndisligt lag, sigur Bernharður Wilkinson.
Hann sigur, at øll trý verkini eru sera krevjandi og sostatt ein stór avbjóðing hjá tónleikarunum.
Men hann leggur afturat, at tað hevur sera stóran týdning fyri at menna orkestrið, at tey geva seg í kast við avbjóðandi verk, sum hesi.