Í samband við fløgu sína Funeral hevur Heiðrik á Heygum seinastu dagarnar verið á eini konsertferð við føroysk/íslendska bólki sínum kring oyggjarnar.
Hóast bólkurin hevur spælt á fleiri av kendu spælistøðunum og mentunarpallunum kring landið, so verður tað helst konsertin fríggjakvøldið, ið fer at liva longst í minninum hjá teimum, ið vóru til staðar.
Fríggjakvøldið framførdi bólkurin á Maggies í Nólsoy, men bæði methøgi Gekkurin og ferðaætlanin hjá Teistanum gjørdu sítt til, at konsertin bleiv styttri enn ætlað. Tað bilti tó einki, tí tað sum gestirnir í Maggies ikki hoyrdu av konsertina, fingu ferðafólkini umborð á Teistanum møguleikan til. Bólkurin gjørdi nevniliga av, at bara halda fram við konsertini á túrinum til Havnar.
Trýst á myndina fyri at síggja eitt brot av framførsluni. Sissal Kristiansen eigur hesa upptøkuna, ið bleiv filmað umborð á Teistanum fríggjakvøldið.