"Ørskapur"
Undir hesi yvirskrift fer kamarkórið Mpiri í næstum undir konsertferð, ið umfatar Århus, Keypmannahavn og Føroyar. Kórið hevur samansett eina konsertskrá, ið á ein ella annan hátt hevur okkurt ørt í sær. Ein svakur tekstur, eitt vitleyst tónaskald ella líknandi.
Mpiri er eitt lítið føroyskt kamarkór í Keypmannahavn, ið er samansett av 13 útisetum í býnum. Tað hevur verið til í 5 ár og hevur hesi árini verið sera virkið. Skipaði millum annað fyri stóru Norðuratlantisku Kórstevnuni í 1999 fyri føroysk, íslendsk og grønlendsk útisetakór í Danmark. Í 2000 tók Sunleif Rasmussen við leiðsluni av kórinum, og Mpiri fór tað árið á konsertferð til Føroya. Árið eftir varð kórið boðið at luttaka á Listastevnuni í Norðurlandahúsinum. Og í 2001 stóð ein umfatandi konsertferð á skránni, ið fevndi um londini: Danmark, Føroyar, Ísland og Svøríki.
Í viðtøkum kórsins stendur, at Mpiri virkar fyri at fáa til vega nýggjan føroyskan kórtónleik. Hetta mál hevur kórið tikið í álvara og hevur seinastu árini bílagt fleiri nýggj verk frá føroyskum tónaskøldum so sum Kára Bæk, Paula í Sandagerði og Tróndi Bogasyni. Tróndur Boga-son syngur tenor í kórinum og hevur, síðani kórið varð stovnað, skrivað 7 verk til kórið. Frumframførslur hava tí verið javnan at hoyra á konsertum kórsins.
Ein frumframførsla er eisini á skránni á konsertferðini. Tað er verkið 'Tanngulilalei' hjá Tróndi Bogsasyni. Heitið er ein góð ábending um, hvat kann væntast til konsertir-nar hjá Mpiri. Umframt hetta verkið syngur kórið verk eftir svaka italska fúrstanum Carlo Gesualdo da Venosa, sum livdi í renesansuni, og sum gjørdist svakur eftir at hava myrt konu sína og elskara hennara. Restina av lívi sínum brúkti hann til at pína seg sjálvan og skriva løgnan tónleik. Gesualdo var tó ótrúliga dugnaligur, so hesin tónleikurin verður í dag mettur sum nakað av tí mest spennandi og nýskapandi úr seinni helvt av renesansuni.
Eisini eru verk við, sum danska tónaskaldið Per Nørgård hevur gjørt til tekstir hjá sveitsiska fjøllistamanninum Adolph Wölfli, ið mesta av lívi sínum var læstur inni á sinnissjúkrahúsi. Tekstirnir eru vakrir og vitleysir í senn og tað sama er tónleikurin, ið er settur til.
Eftir at Sunleif Rasmussen flutti aftur til Føroya, hevur kórið fingið nýggjan kórleiðara. Tað er danin Gorm Larsen, ið er úbúgvin kór- og orkesturleiðari á Kongaliga Danska Tónleikakonservatoriinum. Hann hevur eisini lært á Royal College of Music í London og lisið Tónleikavísund á Universitetinum í Århus.
Nýggj fløga
Í heyst arbeiddi kórið við taka eina fløgu upp, har nógv av tí nýggja føroyska tónleikinum skuldi savnast, sum Mpiri hevur sungið hesi 5 árini. Øll verkini uttan eitt eru skrivað eftir 1994. Undantakið er vakra verkið 'Dimmið' hjá Vagn Holmboe (tónaskaldið, sum í føroyskum kórheimi næstan verður mettur sum føroysk ogn), ið hann skrivaði í 1977 til kenda tekstin hjá Christiani Matras. Hini verkini eru av tónaskøldunum: Kára Bæk, Paula í Sandagerði, Bjarna Restorff og Tróndi Bogasyni.
Fløgan er nú liðug og hevur fingið heitið 'Asbest'. Hon verður til keyps á konsertunum hjá kórinum í mai í Danmark og í juli í Føroyum. Hon er útgivin hjá Tutli og kemur í handlarnar í Føroyum um miðjan mai.
Konsertirnar í mai:
03.05 kl. 19.00 í Århus Kunstbygning (J.M. Mørksgade 13, 8000 Århus C)
07.05 kl. 20.00 í Rundatorni (Købmagergade 52A, 1150 København K)
Í sambandi við konsertirnar í Føroyum 22. og 23. juli (allarhelst í Havn og á Toftum) verður meira at hoyra um kórskránna og fløguna hjá Mpiri.
Lesið meira um kórið á heimasíðuni www.mpiri.org