Kim Sjøgren er víðakendur violinleikari. Blaðungur gjørdist Kim limur í Kgl. Kapellinum og er hann yngsti konsertmeistari nakrantíð í hesum orkestri. Sum tónleikari hevur Kim altíð roynt nýggjar leiðir uttan at lata seg tøla av, hvat ið fólk vanliga meta verða rættast fyri ein tónleikara á hansara støði. Meðan hann var konsertmeistari, var hann stundum at síggja á gongugøtuni í Keypmannahavn sum gøtutónleikari. Hetta undraði fólk stórliga, tí samstundis ferðaðist Kim Sjøgren dúgliga runt og framførdi í kirkjum, fyri konsertfeløg og sum solistur við mætastu orkestrunum í landinum.
Á sín heilt egna hátt heldur Kim Sjøgren fast við, at tónleikur er samskifti, og einki skal binda hann at samskifta við øll fólk. Tað gav til dømis at bíta, tá Kim Sjøgren trein fram í donsku Grand Prix-kappingini og framførdi saman við Birthe Kjær. Eisini hevur Kim roynt seg sum sjónleikara í filmi og á palli.
Fyri stuttum varð Kim Sjøgren útnevndur professari á Det Jyske Musikkonservatorium.
Á konsertunum fer Kim at framføra sítt heldur øðrvísi solo-show, har hann er púra einsamallur á pallinum sum violinleikarin, tónleikarin, samskiftarin og undirhaldarin Kim Sjøgren. Eisini skipar Konsertfelagið saman við Tórshavnar Musikkskúla fyri einum sokallaðum master-class, har ið Kim Sjøgren fer at leggja ungum evnaríkum føroyskum violinspælarum lag á.
Skráin hjá Kim Sjøgren sær soleiðis út
Fríggjadagin 8. apríl kl. 17.00 Master-class í Norðurlandahúsinum (ókeypis atgongd)
Leygardagin 9. apríl kl. 19.00 Konsert í Ósáskúlanum, Klaksvík (saman við 17 sangarum)
Sunnudagin 10. apríl kl. 16.00 Konsert í Norðurlandahúsinum