Konsertir við Moniku Stauss og Birgitte Schnackenburg

Konsertfelagið skipar fyrst í komandi árinum fyri tveimum konsertum við Moniku Stauss Joensen á fiól og Birgitte Schnackenburg á klaver.

 

Konsertirnar verða hildnar ávíkavíst í Mentanarhúsinum í Fuglafirði sunnudagin 6.januar kl. 16.00 og í Norðurlanda- húsinum týskvøldi 8.januar kl. 19.30.

 

Verk eftir m.a. Edvard Grieg, Antoni Dvorak og Frederic Balazs verða spæld.

 

Monika og Birgitte eru báðar væl kendar í føroyska tónleika- umhvørvinum og hava tær seinastu trý árini spælt konsertir saman runt um í Føroyum. Tær hava m.a. verið við í Summartónum, har tær hava frumframført føroysk verk eftir Leif Hansen, Kristian Blak, Atla K. Petersen og Paula í Sandagerði.

 

Harumframt hava Monika Stauss Joensen og Birgitte Schnackenburg givið út tvær fløgur “Klassiskar tónleikaperlur 1” í 2009 og ”Klassiskar tónleikaperlur 2” í november 2012.

 

Monika og Birgitte eru bodnar á konsertferð til Tucson Arizona í seinnu helvt av januar 2013. Tað er TMTA ( Tucson Music Teacher Association) sum fyriskipar konsertferð teirra til USA.