Arbeiðaraflokkurin fær kanska størsta meiriluta síðani 1832

Konservativi flokkurin tódnar sambært kanning niður í 64 sessir, meðan Labour fær 485 tingsessir

Keir Starmer, formaður í bretska arbeiðaraflokkinum, verður óivað nýggjur forsætisráðharri í Stóra Bretlandi

Í dag er val til undirhúsið í Stóra Bretlandi og sambært øllum kanningum fer bretski arbeiðaraflokkurin, Labour, at fáa besta valið í fleiri áratíggju – betri enn valið í 1997, tá ið flokkurin við Tony Blair á odda vann stórsigur – og kanska størsta meirilutan síðani 1832.

 

Sambært bretsku kanningarstovuni Survation, so verður Konservativi flokkurin snøgt sagt smurdur av í dag og tódnar úr 349 niður í 64 tingsessir, meðan bretski arbeiðararflokkurin, Labour, fær 485 tingsessir. 650 tingsessir eru í bretska undirhúsinum, og tí fær Labour ein heilt trivaligan meiriluta.

 

Ójavnt val orsaka av valskipanini

 

Hóast Labour sær út til at fáa 485 tingsessir, so fær flokkurin bert 37,6% av atkvøðunum. Tað er minni enn flokkurin fekk í 2017 við Jeremy Corbyn á odda. Tá fekk flokkurin 40% av atkvøðunum, men tapti kortini. Konservativi flokkurin fær 19,9% av atkvøðunum, Reform UK (sum fyrr æt Brexit Party) – sum stillar upp við tí umstrídda Nigel Farage á odda – fær 17%, Liberalu demokratarnir fáa 12,1% og Grøni flokkurin 7,2%. Val er eisini í Skotlandi, Wales og Norðurírlandi.

 

Orsøkin til stóra ósamsvarið millum atkvøðutal og tingsesssir er serliga valskipanin í Bretlandi. Í Bretlandi eru líka nógv valdømi sum tingsessir, og tí er samlaða atkvøðutali ikki so áhugavert, men heldur hvør megnar at vinna í hvørjum einstøkum valdømi. Tí fáa Liberalu demokratarnir fleiri tingsessir enn Reform UK, hóast flokkurin fær færri atkvøður samanlagt, og tí fær Plaid Cymru, sum er tjóðskaparflokkurin í Wales, 4 tingsessir við 0,6% av atkvøðunum.

 

Úrslitið sambært seinastu veljarakanningini hjá Survation:

 

 

Labour – Bretski arbeiðaraflokkurin

 
 

37,6%

 
 

485 sessir

 
 

Conservatives – Konservativi flokkurin

 
 

19,9%

 
 

64 sessir

 
 

Reform UK (fyrr Brexit Party)

 
 

17%

 
 

13 sessir

 
 

Liberal Democrats – Liberalu demokratarnir

 
 

12,1%

 
 

60 sessir

 
 

Green Party – Grøni flokkurin

 
 

7,2%

 
 

3 sessir

 
Scottish National Party - Skotski tjóðskaparflokkurin 

3,0%

 
 

13 sessir

 
 

Plaid Cymru – Walisiski tjóðskaparflokkurin

 
 

0,6%

 
 

4 sessir

 
 

Aðrir

 
 

2,4%

 
 

 

 

Keir Starmer, formaður í bretska arbeiðaraflokkinum, verður óivað nýggjur forsætisráðharri í Stóra Bretlandi