Javnaðarflokkurin fekk lúsing í  Aarhus

Aarhus er ein av stóru býunum í Danmark, har Javnaðarflokkurin missir undirtøku. Konservativi er nú næststørstur

 

Jacob Bundsgaard úr Javnaðarflokkurin kann hóast stóru afturgongdina halda fram sum borgarstjóri í Aarhus (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)

Eisini í Aarhuus má borgarstjórin hjá Javnaðarflokkinum merkja sær eina munandi afturgongd. Har var afturgongdin níggju prosentstig.

 

Í Aarhus hendi tað sama sum í Odense og Aalborg.

 

Afturgongdin merkir, at Javnaðarflokkurin misti tríggjar sessir í býráðnum. Flokkurin hevur nú tíggju av 31 sessum.

 

Meðan stjórnarflokkurin Javnaðarflokkurin gongur aftur, kann Konservativi staðfesta, at tey vina stórsigur.

 

Flokkurin gongur 10 prosentstig fram og veksur harvið frá einum sessi til fimm. Tað ger Konservativa flokkin til næststørsta flokk í Aarhus.

 

Javnaðarflokkurin varðveitir kortini borgarstjórasessin, um hann fær sannført tveir av SF, Eindarlistanum og Radikalu til at peika á Jacob Bundsgaard.

 

/ritzau/

 

Jacob Bundsgaard úr Javnaðarflokkurin kann hóast stóru afturgongdina halda fram sum borgarstjóri í Aarhus (Foto: Bo Amstrup/Ritzau Scanpix)