Koppseting fyri vetrarbeinkrím

Landslæknin mælir til, at fólk við varandi sjúku, ella sum av øðrum orsøkum eru í vanda fyri at gerast álvarsliga sjúk av beinkrími, lata seg koppseta fyri vetrarbeinkrím skjótast til ber. Landslæknin sigur, at um tú hevur onkra varðandi sjúku, ovurfiti, ert barnakona og komin longur enn 13. viku ella um tú ert húsfólk hjá sjúklingum við nógv niðursettari immumverju, skalt tú seta teg í samband við lækna og spyrja, um tú eigur at koppsetast.

Koppsetingin verjir bæði fyri vanligum beinkrími og fyri nýggjari influensu A, ella tað, sum eisini er kent sum H1N1 og svínakrím. Koppsetingin fyri beinkrími verjir tey flestu, men ikki øll. Tað ber til at fáa beinkrím, hóast tú er koppsettur, men sjúkugongdin verður oftast mildari, sigur Landslæknin í skrivi sent miðlum.

Hann greiðir somuleiðis frá, at beinkrím smittar gjøgnum smáar dropar frá hosta, njósa og tílíkum. Sjúkan spjaðir seg, um tú andar inn droparnar og síðan nemur við eygu, nøs ella munn.