Meiri enn ein hálv miljón kvinnur og gentur úr Eystur- og Miðeuropu verða seldar um árið í einum umfatandi menniskjahandli.
Hesi ræðandi tøl vórðu løgd fram, tá ið svenski ES-kommiserurin í rættarmálum, Anita Gradin, tosaði um ymisk aktuell mál, sum ES arbeiðir við, á fundinum, sum Norðurlandaráðið hevði í Føroyum hósdagin í næstsíðstu viku.
Anita Gradin helt, at tað var løgið, at revsingin fyri handil við rúsevnum er umleið 10-12 ára fongsul, meðan handil við menniskjum sum heild bert gevur eitt ára fongsul. Hon helt, at londini í Europa áttu at hugsað um at gjørt revsingarnar fyri menniskjahandil strangari.
Í viðmerking til tað, sum Anita Gradin førdi fram, segði Margareta Israelsson, limur í Javnaðarflokkinum í svenska Ríkisdegnum, at hon var fegin um, at frágreiðingarnar hjá Norðurlandaráðnum, sum snúgva seg um børn í nærumhvørvinum, hevði vakt áhuga í Europa Samveldinum.
Nógvar týdningarmiklar uppgávur liggja á láni, sum hóska væl til eitt fleirtjóða samstarv millum ES og Norðurlandaráðið, undirstrikaði Margareta Israelsson, sum hevur havt ábyrgdina av slóðbrótandi norðurlendsku frágreiðingini um kor og rættindi hjá børnum í nærumhvørvinum.
Israelsson undirstrikaði, at Norðurlandaráðið fegnast um, at Anita Gradin verður ein av høvuðstalarunum á BARNforum í Stockhólmi tann 8. des. í ár. Eitt forum, sum er ætlað at verða byrjanin til eitt orðaskifti í Norðurlondum, Baltikum og norðurvestur Russlandi um kor og rættindi hjá børnum.