Korona hæsar av og nú fara prísirnir upp

Nú endin sæst á koronu, eru prísirnir aftur farnir at hækka

 

Hesa seinastu tíðina eru prísirnir í Føroyum hækkaðir 1,3 prosent í miðal. Tað vísir ein uppgerð hjá Hagstovuni. Hagstovan sigur, at hesi seinastu árini hava prísirnir gingið upp og niður, men tá ið korona rakti, lækkaðu teir lutfalsliga nógv. Men nú endin á farsóttini hómast, eru prísirnir aftur farnir at hækka.

##med2##

Hagstovan sigur, at oljuprísurin er munandi lækkaður, og samstundis er tað eisini bíligari at fara á gistingarhús og á matstovu, men afturfyri er klæðini dýrari, og tað eru bilar eisini.

Hagstovan sigur, at tey seinastu árini upp undir korona, hækkaðu prísirnir ímillum eitt og tvey prosent um árið, men tá ið korona rakti, lækkaðu prísirnr lutfalsla nógv, men nú er príshækkingin aftur yvir eitt prosent.

Høvuðsorsøkin til, at príslækkingin varð so stór í kjalarvørrinum á koronu, er tí at oljuprísurin er lækkaður so nógv og tað er ein stór útreiðsla hjá húsarhaldum, so prísurin á olju hevur stóra ávirkan á prístalið.

##med3##

Hagstovan sigur, at hóast prísirnir eru hækkaðir aftur, er tað framvegis bíligari at fara á gistingarhús, ella á matstovu, enn tað var áðrenn korona rakti, og oljuprísurin er eisini lægri enn hann var.

Men sum heild eru allir aðrir prísir hægri nú enn teir vóru, og serliga hava tey lagt merki til, at vørurnar í bólkinum, sum eitur flutningur, er 3,2 prosent dýrari nú enn fyri einum ári síðani. Tað er fyrst og fremst tí at prísurin á bilum er hækkaður. Eisini klæðir og skógvar, sum fullu nógv í prísi undir koronu, eru aftur 3,4 dýrari nú, enn tey vóru fyri einum ári síðani.