Korona: Heita á tey ungu um at fara í sjálvboðið sóttarhald

Lesandi, sum fara til Føroyar, nú útbúgvingarstovnar uttanlands, eru stongdir, skulu hugsa um tey sum ikki eru væl fyri, sigur felagið hjá teimum

Vit heita eisini á allar lesandi útisetar sum ferðast til Føroyar í hesum døgum um at fara í sjálvboðið sóttarhald.

Soleiðis ljóðar áheitanin frá felagnum hjá føroyskum studentum.

Nú corona er farið at ganga kring heimin, er eisini undirvísing í Danmark og fleiri øðrum londum strikað, og skipanir við fjarundirvísing settar ístaðin.

Í tí sambandi eru tað nógv lesandi, sum hava gjørt av at fara heim til Føroya at vera

Tór Marni Weihe, varaforseti í Meginfelag Føroyskra Studenta, MFS, sigur í eini fráboðan í morgun, at hann mælir teimum staðiliga til at halda seg til tilmælini um at fara í sjálvboðið sóttarhald.

– Vit vita, at at vanliga koma ungfólk, og fólk sum eru væl fyri, skjótt og væl fyri seg eftir at hava verið smittað við corona. Men kortini eru tað eisini fleiri ungólk, sum eru í vandabólkum.

Tí er tað umráðandi, at lesandi, og okkara útbúgvingarstovnar, vísa samfelagssinni og fyrilit fyri teimum serliga viðkomu í okkara samfelag, sum eru í eini støðu, sum merkir, at fyri tey er tað beinleiðis lívshættisligt at verða smittað við corona, sigur hann.

Hetta er serstakliga truplar og tað er tí okkara staðiliga áheitan, at vit øll gera okkara ítasta fyri at hjálpast at.

– Tað er júst í slíkum krepputíðum – tá ið tað av álvara stendur á – at vit kunnu og mugu prógva, at í Føroyum lyfta vit øll í felag og standa saman í mótganginum.

Í MFS minna minna tey eisini á, hvussu umráðandi tað er at lesandi, ið eru undir hægri útbúgving, ikki verða óneyðuga hart av teimum átøkum, ið verða sett í verk.

– Lesandi hava, longu sum er, nógvar avbjóðingar at dragast við í gerandisdegnum, og tískil kann tað verða steinur oman á byrðu fyri fleiri, at útbúgvingarverkið nú at kalla verður stongt heilt.

Tí mæla tey til, at útbúgvingarverkið verður fyrireikað til at fáa tey lesandi væl ígjøgnum útbúgvingina.