Korona: Talið á smittaðum farið niður um hundrað

Átta nýggir tillburðir av koronu vóru í gjár

Í gjár vórðu átta nýggir smittutilburðir av covid-19 staðfestir.

 

Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

 

Ein persónur fekk staðfest smittuna við komu til Føroyar og ein eftir endurkanning dagin eftir komu. Fýra vórðu staðfest positiv við fjórða dags kanning eftir komu, og tey síðstu tvey eru smittað í Føroyum av kendum smittukeldum.

 

Í løtuni eru 99 persónar smittaðir við covid-19. Hetta er fyrstu ferð í 10 dagar, at talið á smittaðum er undir hundrað.