Kortgjaldingar um rigga aftur eftir stórar trupulleikar

Eftir fleiri tímar við stórum trupulleikum við kortgjaldingum eru skipanirnar hjá Nets nú um at rigga sum vanligt aftur.

Tað upplýsir fyritøkan í einum tíðindaskrivi seinnapartin.

– Allar kortgjaldingar skuldu nú verið um at virka aftur. Orsøkin til trupulleikan er fyribils staðfest sum ein innanhýsis feilur, sigur Nets.

Trupulleikarnir vórðu staðfestir í morgun og hava vart í fleiri tímar.

Sambært Nets hevur brekið ført við sær, at meginparturin av kortgjaldingunum eru avvístar, skrivar Ritzau.