Kosovo lýsir seg sjálvstøðugt í morgin

Forsætisráðharrin í Kosovo, Hashim Thaci, hevur sambært NTB váttað, at hann fer at lýsa landspartin sum sjálvstøðugt land í morgin -Í morgin verður fólksins vilji settur í verk, segði Thaci í dag sambært NTB.

Tað hevur ljóðað í seinastuni, at Kosovo fór at lýsa seg sjálvstøðugt hetta vikuskiftið, men hetta er fyrstu ferð, at tann kosovoalbanska leiðslan hevur váttað tað.

Kosovo er formliga ein partur av Serbia, og serbiska stjórnin hevur sagt, at hon fer ikki at góðkenna, at Kosovo tekur loysing. Tað sama hevur Russland sagt.

ES og USA hava harafturímóti lovað at hjálpa stýrinum í Kosovo. BBC veit at siga, at ES fer at senda 2.000 løgreglumenn til Kosovo í næstu viku.

Tvær milliónir fólk búgva í Kosovo, og meginparturin eru albanar.