Kostaði hálva miljón krónur í eina viku

- So dýr, sum oljan er, er tað dýrt at leita eftir fiski  og einki finna, sigur Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg

Fiskivinna

Tað kostar at leita  og koma aftur ongul í reyv.
Hetta ásanna teir, sum eiga tey stóru nótaskipini.
Herfyri vóru fýra føroysk nótaskip úti og leitaðu eftir svartkjafti, men tey funnu ongan svartkjaft, sum kann loysa seg at fiska, soleiðis sum prísirnir á svartkjafti og olju eru í løtuni.

Leitaðu víða
Kristian Martin Rasmussen, reiðari á Christiani í Grótinum og Norðborg, sigur, at skipini, sum leitaðu, vóru bæði skipini hjá teimum umframt Finnur Fríði og Jupiter.
- Skipini hjá okkum vóru úti í eina viku, og hetta kostaði okkum eina hálva miljón krónur í olju.
Hann sigur, at skipini leitaðu rættiliga víða, bæði eystanfyri, vestanfyri, norðanfyri og sunnanfyri  og heilt suður á leiðirnar við Hattonbanka.
- Eystanfyri, har russararnir fiska, var eitt sløð av svartkjafti at síggja, men ikki so mikið, at veiðan er lønandi við verandi ráfiskaprísi og verandi oljuprísi.
Kristian Martin sigur, at russisku skipini lógu um 50-80 tons um samdøgnið, og tað er ov lítið, um veiðan skal vera lønandi.
- Hetta skuldi annars verið góð tíð til svartkjaft, men sum út sær í løtuni, er ikki nógv at fara eftir. Veðrið hevur eisini verið rættiliga ólagaligt, og tí liggja bæði skipini hjá okkum í løtuni.

Rossamakrelur
Reiðarin sigur, at teir ætla at gera eina roynd aftrat um stutta tíð, og hann vónar, at skipini tá fara at raka við svartkjaft, sum loysir seg at fiska.
Sum skilst á Kristian Martini, eru Finnur Fríði og Jupiter í løtuni í Norðsjónum, har teir royna eftir rossamakreli. Teir fiska av eini felagskvotu, sum er lítil.
- Eg vænti, at vit fara eitt rend í Norðsjógvin, har eitt sindur er at fiska í norskum-og bretskum sjógvi.
Á Kristian Martin Rasmussen skilst, at tað verður ikki tað nógva, sum fæst burtur úr rossamakrelinum nú, tí kvotan er so lítil.