Tað gekk sera væl hjá Kovanum at fáa menn at taka sil við til lands Herfyri boðaði Kovin í Sandavági frá, at virkið var sinnað at keypa sil, og hesum tóku fiskimenn so væl ímóti, at nú hevur Kovin boðað Fiskamarknaðinum frá, at virkið fær ikki keypt meiri sil í ár.
Sambært heimasíðuni hjá Fiskamarknaðinum hevur Kovin longu fingið meiri enn tað, sum virkið skuldi hava.
Á Kovanum eru tey sera væl nøgd við undirtøkuna frá fiskimonnum, og hetta gevur virkinum grundarlag fyri at gera avtalur aftur næsta ár og tá helst størri avtalur, verður sagt.