Fiskiídnaður
Kovin í Sandavági arbeiðir nú við eini verkætlan at senda 32 tons av havtaskuhøvdum og havtaskumagum til Kina. Virkið er í holt við at savna rávøruna til hesa ætlan, men tað gongur striltið at fáa nóg mikið av havtaskumagum.
Hjalti Petersen, innkeypsleiðari hjá Kovanum, sigur, at felagið hevur avtalu við nakrar bátar um tøku av innvølum úr havtasku. Høvdini keypir Kovin frá fiskavirkjum.
Hyggja frameftir
- Tá hetta er á royndarstigi, kunnu vit ikki geva tað nógva fyri innvølan, og tí gongur heldur ikki serliga væl hjá okkum at fáa fatur á magum.
Innkeypsleiðarin vísir á, at ein slík verkætlan kostar virkinum pening, og tá óvist er, hvat fæst fyri vøruna í Kina, er ikki so lætt at gjalda tað nógva í fyrsta umfari.
Virkið, sum roynir at finna nýggjar vørur og nýggjar marknaðir, kann ikki seta seg í stóra skuld í sambandi við eina slíka verkætlan.
- Tað er nú einaferð soleiðis við øllum nýggjum, men vit - og eisini skipa-og bátaeigarar - mugu duga at síggja longur fram og vóna, at hetta í framtíðini verður eitt íkast, bæði hjá fiskimonnum og okkum, sum nú skulu gera royndirnar.
Høvd og innvøli
Hjalti Petersen sigur, at kinverjar vilja hava havtaskuhøvd, sum viga meira enn 3 kilo, og tá er talan bert um ravarnar - og ikki kjálkarnar á høvdinum.
- Havtaskuhøvdini og magarnir hoyra saman í hesi verkætlan, tí kinverjar vilja hava bæði. Lutfallið er 27 tons av havtaskuhøvdum og 5 tons av magum.
Hann sigur, at rávøran verður fryst og send av landinum saman.
Enn hevur Kovin bert fingið eini 1500 kilo av havtaskumagum, og tí gongur helst rúm tíð, áðrenn sendingin kann fara av landinum.
- Trupulleikin er sum nevnt, at tað gongur so illa at fáa fatur á magum, og vit høvdu verið fegnir, um fiskimenn hugsaðu um okkum, tá teir kryvja havtasku.
Hjalti vísir á, at kinverjar vilja ikki hava havtaskuravarnar, um teir ikki eisini fáa magarnar.
- Tað er onkur suppa, teir gera burtur úr hesum. Teir fylla magarnar, sum síðan verða kókaðir saman við høvdunum. Í hesi framleiðslu kunnu vit slett ikki verða við.
Hann sigur, at kinverjar hava havtasku sjálvir, men sum tey á Kovanum hava skilt, er tað ein onnur havtaska, sum fæst í føroyskum sjógvi.
- Tí verður hendan eisini seld til heilt aðrar keyparar, leggur hann aftrat.
Livur og rogn
Hjalti Petersen vísir eisini á, at fiskimenn eru nógv óførari at taka livur enn fiskamagar, tí tað gevur skipum og bátum eyka fiskidagar, um teir taka livrina til lands.
- Vit hava kortini skilt, at arbeitt nú verður við einum uppskoti, sum kemur at merkja, at fiskimenn eisini skulu fáa eyka fiskidagar fyri tøku av magum.
Hann sigur, at Kovin hevur ringt bæði til reiðarar og skiparar um tøku av rognum.
- Ikki minst reiðarar eru positivir - og flestu skiparar eisini - men tá saman um kemur, kemur ov lítið av hesi rávøruni til lands, sigur innkeypsleiðarin.
Hóast prísurin á rognum hevur verið rættiliga góður í vár, hevur Kovin higartil keypt lutfalsliga smáar nøgdir.
Kryvjimaskinan, sum nú er umborð á flestu ísfiskatrolarum, er ein bági fyri rogna-og livratøku, tí hon fer so illa við innvølanum.
- Prísurin á upsarognum liggur um 12 krónur fyri kilo, meðan prísurin á toskarognum í vár er komin heilt upp í einar 25 krónur fyri kilo, sigur Hjalti Petersen.