Kortini kann staðfestast, at bilførarar yvirhøvur eru ansnir í ferðsluni. Tað benda í øllum førum teljingar á, sum Tórshavnar kommuna gjørdi á trimum støðum í Kollafirði í oktober mánaði 2009.
Hesar tríggjar ferðsluteljingarnar vóru gjørdar í nánd av trimum ávísum sethúsum á vegastrekkinum, sum kallast “Í Líðini” - tað er: fyrsti innkoyringarvegur á niðaru síðu eftir havnarlagið.
Teljing 1 varð gjørd Í Líðini nr. 5: Miðalferðslan um samdøgrið var 469 bilar, hvørs miðalferð var 42 km/t
Teljing 2 varð gjørd Í Líðini nr. 47: Miðalferðslan um samdøgrið var 571 bilar, hvørs miðalferð somuleiðis var 42 km/t
Teljing 3 varð gjørd Í Líðini nr. 85-87: Miðalferðslan um samdøgrið var 652 bilar, hvørs miðalferð var 38 km/t.
Fyri kollfirðingar er gott at kunna staðfesta, at allar flestur bilarnir koyrdu spakuligari enn máldu miðalferðina.
.