Ein maður er í morgun dømdur at missa koyrikortið í eitt hálvt ár fyri at hava koyrt á ein mann, sum var á veg tvørturum ein fótgangarateig á Landavegnum við einum barnavogni við lítlu abbadóttir síni í.
Harafturat fekk maðurin 1500 krónur í bót.
Vanlukkan hendi mitt um seinnapartin á ársins næstseinasta degi í fjør.
Maðurin hevði verið til handils á Landavegnum og var á veg til húsar aftur og skuldi í hesum sambandi tvørtur um vegin. Men tá ið hann var komin út í fótgangarateigin, varð hann raktur av einum bili, sum kom omaneftir. Stoyturin varð harður, tí maðurin fekk álvarsligan skaða. Barnavognurin koppaði og abbadótturin datt úr, men hevur at síggja til ongan skaða fingið.
Fyrivarni varð tó tikið fyri at reisa endurgjaldskrav ímóti bilføraranum, vísir tað seg seinni, at abbadótturin kortini hevur fingið mein av stoytinum.
Verri var við abbanum, tí hann meiðslaði seg heilt illa. Hann fekk stóran skaða í høvdið og varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið, har hann lá í fleiri vikur. Hann varð partvís lamin í aðrari liðini og hevur verið til venjingar aftur.
Sjálvur sigur maðurin, at hann er ikki komin fyri seg enn, tó at tað hevur gingið framá alla tíðina. Hann er ikki heilt fullførur enn og verður so skjótt troyttur, at tað er bara hugsingur um at arbeiða meiri enn einar tveir tímar ísenn. Og nakað frítíðarlív kann ikki vera talan um, tí hann orkar ikki.
Tí tók hann eisini fyrivarni ímóti at reisa endurgjaldskrav, vísir tað seg, at hann fær varandi mein av stoytinum.
Aðru ferð í stutta tíð
Ákærin kravdi, at maðurin varð bæði dømdur eftir ferðslulógini fyri at hava víst ósketni og eftir revsilógini fyri at hava forvolt álvarsligan likamsskaða í ósketni.
Samstundis vísti ákærin á, at hetta er aðru ferð, at sami bilførari ger álvarsligt brot á ferðslulógina, tí stutt frammanundan varð hann tikin fyri at koyra so skjótt, at hann misti koyrikortið treytað.
Tað merkir, at fremur hann annað grovt brot í eini royndartíð, skal hann upp aftur til koyriroynd.
Men hendan vanlukkan merkir so eisini, at longu í royndartíðini fremur hann aftur eitt grovt brot á ferðslulógina og ákærin helt tí, at tað slepst ikki uttanum at taka koyrikortið frá honum.
Hetta er sostatt aðru ferð í stutta tíð, at sami maður fremur grovt lógarbrot í bili.
Noktar seg sekan
Maðurin noktaði seg sekan í ákæruni. Hann segði, at hann hevði koyrt 45-50 kilometrar um tíman oman eftir Landavegnum.
Tá ið hann var einar 10-15 metrar frá, sá hann brádliga ein mann við barnavogni trína út í fótgangarateigin á veg yvirum vegin.
Maðurin var í myrkum klæðum og tað var vánaligt ljós á staðnum, tí eysturluftin var myrk. Tað var vátt á vegnum.
Hann bremsaði alt, hann var mentur, men tað var ongin møguleiki at sleppa undan samanstoytinum.
Hann hevði ikki sæð andlitið á manninum og metti tí heldur ikki, at maðurin hevði ansað eftir sær.
Hann rakti mannin, sum datt niður á hjálmin og síðani í vegin, men hann helt ikki, at skaðin, maðurin hevði fingið, var elvdur av sjálvum samanstoytinum, men av tí, at maðurin fall í vegin. Hann var sannførdur um, at barnavognurin varð ikki raktur, men hann koppaði.
Bilurin var í góðum standi, við nýumvældum abs bremsum og nýggjum vetrardekkum.
Gott ljós
Eitt vitni, sum kom koyrandi niðan eftir Landavegnum var ikki samdur í, at ljósviðursiftini vóru vánalig.
Tað var ljóst og gott sýni, segði hann.
Hann segði, at tá ið hann nærkaðist fótgangarateiginum, sá hann mannin við barnavogninum gera seg kláran at fara yvirum vegin, so hann steðgaði at lata tey sleppa yvirum. Maðurin gekk spakiliga út í fótgangarateigin.
Hann og konan vóru í bilinum og brádliga skar konan í róp og tí hon helt ikki, at maðurin, sum koyrdi á, hevði sæð mannin við vogninum í fótgangarateiginum, tí hann setti ikki ferðina niður.
Annars kundi hann onki siga um, hvussu nógv ferðin var, men maðurin, sum varð raktur, “fleyg ígjøgnum luftina” sum hann málbar seg.
Minnist onki
Maðurin, sum varð ákoyrdur, sigur, at hann minnist púrt onki frá hendingini og einar fimm vikur fram.
Hann var farin til ein túr við abbadóttrini til gongu, tí hann helt, at tað var tryggari enn at koyra bil.
Maðurin greiddi rættinum frá, at hann var vanur at ansa eftir, tá ið hann fór tvørturum vegin. Tað hevði hann lært eftir at hava búð í Havn í meiri enn ein mansaldur og av beiskum royndum, eftir at sonur hansara varð yvirkoyrdur og doyði fyri nøkrum árum síðani, tá ið hann var á veg tvørtur um vegin.
Grovt óansin
Àkærin helt ikki, at ljósviðurskifitini kundi brúkast sum umbering, tí tað var gott ljós. Hann vísti eisini á, at ein bilur, sum koyrir 45-50 kilometrar um tíman, brúkar 26 metrar um at steðga og kanska 28 metrar, er vegurin hálur og dekk og bremsur annars í lagi.
Tað hevur Akstovan roknað út.
Ákærin helt ikki, at tað var ávíst, at maðurin, sum varð ákoyrdur, hevði nakra sum helst skyld í vanlukkuni.
Hann vísti eisini á, at fyri tað um tað er loyvt at koyra 50 kilometrar um tíman í bygdum øki, merkir tað ikki, at bilførarar skulu koyra 50, tí tað er ein avgjørd treyt, at tað skal altíð koyrast eftir umstøðunum og eru umstøðurnar ikki góðar, skal ferðin setast niður tilsvarandi.
Àkærin vildi hava bilføraran dømdan eftir teirri strangari revsilógini fyri at hava forvolt álvarsligan likamsskaða av ósketni og ikki bara eftir ferðslulógini.
- Var talan um vánaligar umstøður, hevði bilførarin eina serliga skyldu at ansa væl eftir, legði ákærin afturat.
Kravdi frídøming
Verjn vildi hava bilføraran fríkendan, ella í hvussu so er kundi hann ikki missa koyrikortið. Hann vísti á, at tað var hálvmyrkt og at ljósið ikki var gott, eins og maðurin, sum varð ákoyrdur, var í myrkum klæðum.
Ákærin hevur sjálvur víst á, at steðgilongdin hjá bili, ið koyrir 45-50 kilometrar um tíman, er 26-28 metrar og tí hevði bilførarin ongan møguleika at steðga, tí hann sá ikki mannin fyrrenn hann var 10-15 metrar burtur.
Eitt hálvt ár
Dómarin kom til ta niðurstøðu, at bilførarin skuldi missa koyrikortið í eitt hálvt ár og at hann skuldi betala 1500 krónur í bót.
Dómarin gav ákæranum viðhald í, at bilførarin hevði ikki koyrt eftir umstøðunum og hann visti til frágreiðingina frá bilføraranum sjálvum, sum segði, at hann fekk ikki stundir at steðga. Sostatt hevði hann ikki koyrt eftir umstøðunum.
Hinvegin helt hann ikki, at bilførarin kundi dømast eftir revsilógini. Ljósið var ikki gott og maðurin, sum varð ákoyrdur, var í myrkum klæðum og tí hevði bilførarin avmarkaðan møguleika at síggja hann.