Koyrdi fjølmiðlarnar á dyr

Fólkaflokkurin hevði landsfund leygardagin.
Men at tey hava okkurt heilt serligt at práta um í flokkinum kom til sjóndar, tá ið einir tveir tímar vóru farnir.
Tí tá tók leiðslan í flokkinum ta heilt óvanliga stigið at koyra fjølmiðlarnar á dyr.
- Restin av fundinum er bara fyri fólkafloksfólk, gjørdi skrivarin í flokkinum, Aage Arnoldson greitt, tá ið hann gav miðlunum boð um at fara á dyr.
Orðaskifti á fundinum var til tíðir rættiliga hvast og serliga var tað spurningurin um formansvalið og avgerðin at vraka Jákup Vestergaard sum landsstýrismann í fiskivinnumálum, sum fekk fundarfólk at taka harðliga til orðanna.
Men floksskrivarin legði dent á, at tað var ikki orsøkin til, at restin av fundinum skuldi vera fyri afturlætnum hurðum.
- Hetta er ein avgerð, sum varð tikin longu í morgun, staðfesti hann.
Aage Arnoldson segði tó onki um, hví hendan avgerðin varð tikin, hóast hon er óvanlig.
Í heilt nógv ár hava politisku flokkarnir bjóðað fjølmiðlunum við á landsfundir og á hesum øki gekk nettupp Fólkaflokkurin á odda, tí hann var fyrsti flokkur, sum sendi ein landsfund beinleiðis á internetinum fyri at fáa sjónarmiðini enn betri út til almenningin - og tað eru longu fleiri ár síðani.
Í ár fingu fjølmiðlarnar onga innbjóðing til landsfundin og hann varð heldur ikki sendur beinleiðis á internetinum.